Mentan

Seyðasýning verður í Kvívík leygardagin

Leygardagin 21. oktober 2023 verður seyðasýning í Kvívík. Aftur í ár verður tiltakið í Seyðahúsinum hjá Ognarhaganum á Símunarbrekku.

2023-10-19 22:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Allir seyðirnir fáa eitt nummar, so sýnarar ikki vita hvør eigur hvønn seyð. Hetta fyri at hava eina so óhefta meting sum møguligt.

Byrja verður kl.10.00, har mát verða tikin av seyðunum. Sýnarar koma úr Vágum, eftir døgurða heldur sýningin fram.

Virðislønir vera latnar fyri:

  • Hagi (1, 2 & 3)
  • Seyður (1, 2 & 3)
  • Veðrur 1
  • Eldri veðrur 1


Aftaná døgurða verður, kaffi/te og kaku til øll vitjandi.

Eftir seyðasýningna vera haru hagarnir seldir

Vónandi fáa vit ein góðan og hugnaligan dag saman

Tiltakið er alment og øll eru vælkomin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder