2022-10-21 21:17
Leygardagin 22. oktober 2022 verður seyðasýning í Kvívík. Aftur í ár verður tiltakið í Seyðahúsinum hjá Ognarhaganum á Símunarbrekku.
Allir seyðirnir fáa eitt nummar, so sýnarar ikki vita hvør eigur hvønn seyð. Hetta fyri at hava eina so óhefta meting sum møguligt.
Byrja verður kl.10.00, har mát verða tikin av seyðunum. Sýnarar koma úr Vágum, eftir døgurða heldur sýningin fram.
Virðislønir vera latnar fyri:
- Hagi (1, 2 & 3)
- Seyður (1, 2 & 3)
- Veðrur 1
- Eldri veðrur 1
Aftaná døgurða verður borðreitt við ræstari súpan, kaffi/te og kaku til øll vitjandi.
Eftir seyðasýningna vera haru hagarnir seldir.
Vónandi fáa vit ein góðan og hugnaligan dag saman.
Tiltakið er alment og øll eru vælkomin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald