Fyrilesturin hjá Jóhannesi Sveinbyrnssyni um seyðahald og matvørutrygd í Íslandi, sum skuldi vera á Búnaðarstovuni í februar, men mátti avlýsast vegna veður, verður at hoyra í Norðurlandahúsinum týskvøldið 5. september kl. 19.00. Heiti á fyrilestrinum er:
Fremtidsrettet fårehold på Island; produktionssystemer, fodring, græsning, avlsarbejde og teknisk udstyr.
Jóhannes starvast á lærda landbúnaðarháskúlanum í Íslandi sum granskari og lærari í fóðurvísindi, seyða-, og mjólkneytavinnu, og matvørutilbúgvingartrygd.
Jóhannes, sum eisini er bóndi, kemur at greiða frá um:
Íslendskan landbúnað og matvørusjálvbjargni.
Íslendskt seyðahald.
Fóðring og beitisnýtslu.
Aling og aliamboð í seyðahaldinum.
Nýtsluvirðið við skanning av óm.
Tøkni og verkligar mannagongdir í hoygging.
Menningin í íslendskum seyðahaldi.
Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum kl. 19:00. Tiltakið er alment og er serliga ætlað føroyskum bøndrum og øllum við áhuga fyri seyðahaldi. Ikki er neyðugt við tilmelding til tiltakið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald