Kunning um virksemið, ið hevur verið í grótbrotinum seinastu tíðina:
Nógv økta vinnuvirksemið ger, at tørvurin á elmátti í Sørvági eisini er munandi øktur. SEV fær tí loyvi at seta tveir motorar upp í grótbrotinum í Sørvági at framleiða streym. SEV skal tryggja, at ljóðið frá motorunum heldur seg innan fyri galdandi mørk. Í sambandi við arbeiðið í grótbrotinum verður ruskplássið eisini dagført.
Sørvágs Kommuna hevur givið orkufelagnum SEV loyvi at seta tveir motorar til elframleiðslu upp í grótbrotinum í Sørvági. Loyvið er galdandi í trý ár.
SEV hevur brúk fyri meira elmátti í Sørvági at nøkta tørvin í sambandi við nógv økta vinnuvirksemið í kommununi.
Elmotorar, generatorar, eru ikki ljóðleysir, men ljóðgreiningar, sum eru gjørdar, vísa, at ljóðið frá motorunum fer at vera innan fyri galdandi markvirði. Tá framleiðslan fer í gongd, verða meira umfatandi ljóðkanningar gjørdar, og um neyðugt ber tá til at minka um møguligt óljóð.
Teir báðir motorarnir eru settir upp í eystara enda av grótbrotinum og royndarkoyrdir, men ymiskt kaðalarbeiði er eftir at gera, áðrenn framleiðslan kann fara í gongd.
Nú arbeitt hevur verið í grótbrotinum, hevur Sørvágs Kommuna nýtt høvið at gera nýtt rekkverk í sambandi við ruskplássið, og í næstum verður eitt nýtt portur sett í.
Ætlanin er eisini at dagføra alt ruskplássið og betra umstøðurnar hjá fólki at sleppa av við ruskið. Várið er í hondum, og fólk fara so smátt at fáast við havaarbeiði aftur, og í tí sambandinum verður eitt nú ein nýggj hvørn til greinar eisini sett upp á ruskplássinum í grótbrotinum.
Vinna
SEV setir motorar upp í Sørvági, fyri at klára el-tørvin
Nógv økta vinnuvirksemið ger, at tørvurin á elmátti í Sørvági eisini er munandi øktur.
2022-03-11 15:35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald