2022-10-24 10:20
Úr Grønlandi frættast tey keðiligu tíðindi, at sethúsini hjá viðinginum Mikkjali Sørensen úti í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi brunnu í grund fyrr í vikuni. Tíbetur er Mikkjal óskalaður og hann hevur tað gott. Tað skilst, at eldur kom í av petroliumsovninum. Mikkjal er kortini ikki fallin í fátt. Tvørtur ímóti. Hann ætlar sær at byggja húsini uppaftur.
Mikkjal er 86 ára gamal og hevur búð einsmallur í oynni í samfull 57 ár. Í fjør vitjaði Tórður Mikkelsen frá Kringvarpinum Mikkjal úti í oynni, og í útvarpssendingum greiddi hann frá lívinum sum einabúgvi í so mong ár.
Sethúsini, sum nú eru uppkolað, eru vinstrumegin á ovaru myndini. Høgrumegin er seyðhúsið, og har ætlar Mikkjal at innrætta seg til hann hevur fingið húsini uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald