Mynd 1 vísir, at miðalprísurin á bústøðum er farin upp um alt landið seinastu árini. Serstakliga í Tórshavn er prísurin á bústøðum farin nógv upp, og liggur miðalprísurin í Tórshavn omanfyri 3,5 mió. kr. Hesin prísvøkstur stavar fyrst og fremst frá stórum eftirspurningi í mun til útboðið, ið millum annað kemur av stóra fólkavøkstrinum í Føroyum, og harumframt hevur búskaparvøksturin og lága rentustøðið tey seinastu árini ein leiklut. Ein partur kann tó eisini stava frá, at Bygningskunngerðin frá 2017 er sett í gildi, ið millum annað setur krøv til bjálving, ið er við til at dýrka byggiprísin á nýggjum húsum.
Sethúsaprísirnir lækkaðu í øðrum og triðja ársfjórðingi í 2022, men miðalprísurin higartil fyri 2022 er ikki lægri, enn miðalprísurin var í 2021. Tó siga húsameklarar frá, at tað nú tekur longri tíð at selja húsini. Ein lækking í sethúsaprísunum kann hava við sær, at húsarhaldini gerast meira varin.
Í seinnu helvt av 2022 hava føroysku bankarnir hækkað bæði innláns- og útlánsrenturnar; útlánsrenturnar eru í miðal hjá føroysku bankunum farnar frá at vera 2,9% í august til 3,23%1 í oktober 2022, og sannlíkt hækka tær meira í komandi tíðum.
Ymiskt er, hvussu hart føroysku húsarhaldini verða rakt av rentuhækkingunum, men tess størri skuldin er, tess meira vaksa rentuútreiðslurnar og í tess størri mun verður tiltøkupeningurin skerdur.
Mynd 1. Bústaðarprísir 2000-2022Q3
Kelda: BankNordik. Viðm.: Árligt miðaltal, 2022 tó bert fram til og við triðja ársfjórðing.
1) Árlig renta roknað sum 3 mánaðar miðaltal vektað eftir stødd av banka.
Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2022 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald