BETRI.FO
Í 2. ársfjórðingi kostaðu eini miðal sethús í Tórshavn 3,9 mió. krónur, og í Eysturoynni 2,4 mió. krónur. Miðalprísurin í Føroyum var 2,7 mió. krónur.
Miðalprísurin fyri fyrra hálvár 2023 var ávíkavist 3,8 og 2,2 mió. krónur í Tórshavn og Eysturoynni. Miðalprísurin fyri alt landið var 2,5 mió. krónur.
Hóast miðalprísurin 2. ársfjórðing í ár er hækkaður eitt vet, so er miðalprísurin higartil í 2023 áleið tann sami, sum miðalprísurin fyri 2022.
Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, sigur soleiðis um gongdina á sethúsaprísunum: ”Vit høvdu væntað príslækkingar og færri sølur í 2. ársfjórðingi, men enn síggja vit ikki stórvegis broytingar í bústaðarmynstrinum. Vit síggja samstundis, at lutfalsliga fleiri bústaðir vórðu seldir í høvuðsstaðarøkinum í mun til aðrastaðnis í landinum, men tað er ikki vist, at tað heldur fram.”
Bústaðarbyrðan er vorðin tyngri
Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par við tveimum børnum undir 7 ár skal brúka upp á at gjalda sítt sethúsalán.
Í 2022 var bústaðarbyrðan í Tórshavn og í Eysturoynni ávíkavist 37 og 21%. Fyri allar Føroyar var hon í miðal 25%.
Higartil í ár er bústaðarbyrðan í Tórshavn og Eysturoynni ávíkavist 43 og 23%. Fyri allar Føroyar er hon í miðal 27%.
Sostatt er bústaðarbyrðan í Tórshavn vorðin 6%-stig tyngri, og í Eysturoynni og í miðal fyri alt landið er hon vorðin 2%-stig tyngri.
Hóast miðalprísurin higartil í ár ikki er broyttur tað stóra samanborið við í fjør, er bústaðarbyrðan vorðin tyngri, tí rentan er hækkað. Harumframt er rentan hækkað tvær ferðir í 3. ársfjórðingi í ár, og tí kann væntast, at bústaðarbyrðan verður enn tyngri. Skal bústaðarbyrðan lætna er neyðugt, at tøka inntøkan hækkar ella miðalprísirnir lækka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald