Vinna

Sethúsaprísir í 2022 hægri enn í 2021

Sethúsaprísirnir í 3. ársfjórðingi 2022 eru lægri enn í 2. ársfjórðingi - men hægri enn í 2021. Av tí at talið av sølum hvønn ársfjórðing er avmarkað, kunnu prísirnir sveiggja nógv millum ársfjórðingarnar. Ábendingar eru tó um, at stóru príshækkingarnar vit hava sæð seinastu árini, eru um at hæsa av á hesum sinni.

2022-10-25 07:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Betri Banki: ”Eftirspurningurin er enn stórur, og framsýningar eru fleiri enn áður, men fólk eru varnari nú. Hetta sæst aftur í sølunum og í sølutíðarskeiðinum, sum í dag er longri enn áður. Áhugavert verður at fylgja gongdini komandi tíðina fyri at síggja, um príslækkingin í 3. ársfjóðingi er eitt vanligt útsveiggj, ella talan er um at rentu- og príshækkingar byrja at síggjast aftur í sethúsaprísunum, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.

Í miðal kostaðu eini sethús í Føroyum 2,6 mió. kr. í 3. ársfjórðingi. Hetta er nærum 200.000 kr. lægri enn miðalprísurin í 2. ársfjórðingi, men 13% hægri enn miðalprísurin í 3. ársfjórðingi 2021.

Í Tórshavn var miðalprísurin í 3. árfjórðingi 4,1 mió. kr., meðan miðalprísurin í 2021 var 3,7 mió. kr.

Miðalprísurin í Klaksvík higartil í ár er 2,9 mió. kr., meðan miðalprísurin í 2021 var 2,2 mió. kr. Miðalprísurin í 3. ársfjórðingi er 2,7 mió. kr.

Í Eysturoynni er miðalprísurin higartil í ár 2,1 mió. kr., meðan miðalprísurin í 2021 var 1,9 mió kr. Miðalprísurin í 3. ársfjórðingi er 1,8 mió. kr.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder