2023-03-20 14:24
Setanarprógvið til handverkarar er dagført
Øll starvsfólk, sum eru sett í starv í meira enn ein mánaða, og sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna, skulu hava setanarprógv. Á heimsíðu okkara industry.fo eru skabelónir til arbeiðsgevarar at brúka.
Arbeiðsgevari hevur skyldu sambært lógini um setanarprógv at veita starvsfólkum sínum eitt setanarprógv við upplýsingum um allar treytir av størri týdningi fyri setanarviðurskiftini. Endamálið er, at báðir partar skulu verða greiðir yvir, hvør avtalan er teirra millum, fyri at sleppa undan møguligum ósemjum seinni.
Her finnur út dagført setanarprógv fyri handverkarar.
Um arbeiðsgevari ikki heldur upplýsingarskylduna í lógini um setanarprógv, kann hetta føra við sær, at arbeiðsgevarin skal rinda eitt viðurgjald.
Sí áður send tíðindi um setanarprógv.
Les meira um setanarprógv á heimasíðu okkara her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald