Tað er fyrstu ferð, níggju útvaldar kvinnur verða navnkendar á felags fotoframsýning í Norðurlondum. Kvinnurnar arbeiddu sum sjálvstøðugir fotografar ymisk tíðarskeið frá 1872 til 1925. Framsýningin vísir á flogið og sjónarringin, sum fyrstu kvinnuligu fotografarnir høvdu, tá ið tær fingust við pallsetan, skjalfestan, tað estetiska og tað tøkniliga.
Framsýningin avdúkar, at kvinnur høvdu stóra ávirkan, tá ið danska, íslendska og føroyska fotolistin sóu dagsins ljós. Hon skjalprógvar, at kvinnuligu fotografarnir arbeiddu undir sera ymiskum vinnuligum og verkligum viðurskiftum – ikki bara í Danmark, Íslandi og Føroyum, men eisini í Lofoten, Amerika og Donskum Vesturindia.
Heitið á sýningini sipar til, at kvinnuligu fotografarnir bókstaviliga arbeiddu í skugganum, tað vil siga aftan fyri fototólið. Heitið sipar tó eisini til, at kvinnuligu fotografarnir ofta stóðu í skugganum av mannligu starvsfeløgum sínum og enntá arbeiddu í navninum á manninum. Fleiri kvinnuligir fotografar eru á tann hátt horvnir úr søguni. Við sýningini stíga kvinnuligu fotografarnir á fyrsta sinni fram úr skugganum sum ein samlaður bólkur og vinna sær uppiborið pláss í tjóðarligu fotografisøguni.
Føroysku fotografarnir eru Else Marie Danielsen úr Kunoy (1856-1920) og Else Birgitte Debess Petersen úr Havn (1854-1927).
Museum Østjylland hevur gjørt framsýningina og Tjóðsavnið hevur gjørt eyka burturúr føroysku fotografunum.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 2. juni kl. 16. Savnið bjóðar okkurt gott og greitt verður frá um framsýningina. Tiltakið er alment og ókeypis.
Framsýningin er opin hvønn dag frá 10 – 17 fram til 30. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald