2023-06-16 23:00
Sofía Purkhús var besti leikarin í dystinum 13 stigum - 3 fleiri enn Danijela Dzakaovic úr Montenegro, sum skorðaði næstflest stig.
Eftir dystin ímóti Georgia vóru føroysku kvinnurnar sera vónbrotnar, og høvuðsvenjarin Christian Imhoff hevði eina stóra uppgávu at seta leikararnar upp til sera torrføra útidystin ímóti Montenegro.
Undan dystinum í kvøld lá Montenegro á 1. plássi í bólki B við 12 stigum og á 2. plássi lá Portugal, eisini við 12 stigum. Montenegro vann seg uppá 1. plássi við vinna 3-0 á júst Portugal á heimavølli fyri tveimum døgum síðani. Við tað, at Montenegro tapti 3-1 á útivølli móti Portugal hin 31. mai var Montenegro 1 sett frammanfyri Portugal. Tí var umráðandi fyri Montenegro at vinna 3-0 á Føroyum og var heimaliðið tí sett við sterkastu uppstilling.
Í 1. settinum fylgdust liðini nøkulunda í byrjanini, tó so at Montenegro helt seg 3-5 stig frammanfyri. Føroyar hálaði tó innaftur til støðan var 17-17. Her byrjaði sensatiónin at lúra og settið gjørdist sera spennandi. Føroyar kom síðani uppá 18-20 - tvey stig frammanfyri Montenegro. Montenegro hálaði innaftur, men síðani løgdu føroysku kvinnurnar seg á odda 20-22. Tað bleiv 22-23. Montenegro kom síðani upp á 23-23 og hálaði síðani tveir teir síðstu bóltarnar heim, og vann settið 25-23.
Í hesum settinum vístu royndu leikararnir Sofía Purkhús og Birgit Guttesen við ávikavist 5 og 4 stigum seg veruliga fram.
Hetta 1. settið í Herceg Novi í Montenegro vísti, at føroysku kvinnurnar væl megna at leika upp ímóti einum liðið sum liggur munandi longri frammi á styrkilistanum hjá CEV. Tær vístu, at tær bara skulu halda áfram at leika slíkar dystir, og síðani fara góðu úrslitini at koma meira javnan.
Byrjanin av 2. settið gjørdist ikki eins spennandi sum tað 1. - sæð við føroyskum brillum. Montenegro var ávarað, og løgdu tær seg skjótt framum 13-6. Men aftur hesuferð kempaðu føroysku kvinnurnar seg innaftur í dystin og komu upp á støðuna 17-13. Montenegro fór undan aftur og kom upp á støðuna 19-14 og 20-15. Settið endaði við 25-17 - eitt úrslit sum aftur vísur á eitt rættliga javnt sett.
Aftur í hesum settinum skaraði Sofía Purkhús framúr við 7 stigum fyri Føroyar.
Í 3. settinum vísti Montenegro, at tær hava nakrar dygdir, sum føroyska liðið ikki hevur enn. Montenegro vann settið greitt við 25-8 og sostatt dystin við 3-0 og varðveittu tær sostatt 1. plássið í bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald