2023-05-09 08:30
Seniorfestivalurin er einasti tónleikafestivalur í Føroyum, ið vendir sær til og tekur støðið í okkara elstu borgarum. Staðsetingin av festivalinum er við Ellis- og røktarheimið í Runavík, men skipað verður soleiðis fyri, at øll ellis- og røktarheim, sambýlir og onnur eftir avtalu kunnu verða við umvegis stroyming.
Tey, ið luttaka á festivalinum, eru: Vestmenn, SWAY, Jens Lisberg, Heine Lützen, Sløkkiliðskórið og Flytifólk, og endabresturin verður felagssangur. Orðstýrari verður Kári P. Højgaard.
Við tað at umstøðurnar eru til tað, verður tað fríggjakvøldið 2. mai sum nakað nýtt skipað fyri Upp á tá-dansi, har Finnur S. Olsen, vertur, kemur at gera beinleiðis sending á staðnum. Her verður góður møguleiki at dansa, og hetta verður samstundis endabresturin í summarskránni hjá Upp á tá.
Meira kann lesast á www.seniorfestival.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald