2022-06-07 14:30
Sáttmálaviðurskiftini fyri sløkkiliðsfólk vóru frammanundan skipað eftir avtalu millum Vága Floghavn og danska fakfelagið HK.
Hóast flogvøllurin varð yvirtikin sum føroyskt málsøki í 2007, so hava sáttmálaviðurskiftini ongantíð verið yvirtikin á føroyskar hendur. Arbeitt hevur verið við at yvirtaka sáttmálaøkið í longri tíð, men við hesi avtalu eru partarnir loksins komnir á mál.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at sáttmálaviðurskiftini fyri sløkkiliðsfólkini á flogvøllinum nú eru skipað í kollektivum sáttmála við eitt føroyskt fakfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald