Vinna

Semja undirskrivað við YTF um sáttmálan galdandi fyri Elektron

Tvey ára sáttmála fyri starvsfólk hjá Elektron.

2023-05-30 14:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Týsdagin 23. mai skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri starvsfólk hjá Elektron.

Semjan hevur við sær at lønirnar hækkað soleiðis:

1 juni 2023 hækkar lønin við 3,75%

1 juni 2024 hækkar lønin við 4,04%


Harumframt vóru aðrar broytingar og tillagingar í sáttmálanum.


Talan er um sama karm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði 1. mai 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder