2022-03-15 16:04
Semjan hevur við sær, at lønirnar hækka soleiðis:
- Tann 1. januar 2021 hækka lønirnar við 2,05 %.
- Tann 1. oktober 2021 hækka lønirnar við 1,25 %.
- Tann 1. oktober 2022 hækka lønirnar á stig 19 til og við stig 33 hækka við 690 krónum, og lønirnar omanfyri stig 33 hækka við 490 krónum. Samstundis lækkar eftirlønargjaldið úr 15,8 % niður í 15%, umframt at endalønirnar hjá ymisku útbúgvingarbólkunum og hjá leiðarum verða tillagaðar.
- Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar við 2,75 %.
Umframt lønarbroytingarnar eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum millum partarnar og lønartalvurnar eru broyttar, so lønargongdin hjá hvørjum útbúgvingarbólki er greitt markað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald