Politikkur

Semja gjørd millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag

.

2024-06-28 11:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fíggjarmálaráðið:


Í gjár skrivaðu Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag undir semju um endurnýggjan av sáttmála fyri tíðarskeiðið 1. januar 2023 til 31. desember 2025.  

Semjan byggir á sama lønarkarm sum hjá øðrum feløgum í hesum samráðingarumfarinum. Tað er 3,8 %, 4,2 % og 4,75 % yvir trý ár. 

Fyri at varðveita umleið sama lønarmun á tímalønini, sum higartil hevur verið millum hendan sáttmálan og sáttmálan, ið Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur við Føroya Arbeiðsgevarafelag, verður umframt oman fyri nevnda karm, givið eitt serstakt lønarlyft á kr. 475 um mánaðin. Hetta verður givið frá 1. januar 2024.  

Aðrar dagføringar eru somuleiðis gjørdar í sáttmálanum.

Til ber at lesa alla semjuna her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder