Vinna

Seinastu EM unankappingardystur á hesum sinni

Í dag kl. 17.00 taka føroysku flogbóltskvinnurnar ímóti Kroatia í høllini á Hálsi. Hetta er seinasti dystur í hesi undankappingini og liðini sum koma víðari til endaspælið halda so áfram í vár til Evropiski meistarin er funnin. Belgien, Italia, Estlandi og Týsklandi eru vertir fyri endaspælinum.

2022-09-11 12:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Kroatiska liðið, sum er komið til Føroyar legði harðliga út ímóti Føroyum og Rumenia, men hevur síðani víst veikleikar móti Ísrael á útivølli, Rumenia á útivølli og seinst móti Ísrael á heimavølli, har tær akkurát vunnu ein tættan 5 settara. 

Kroatia endar tó sum nummar tvey í bólkinum og kvalifiserar seg tí til endaspælið um Evropiska meistaraheitið. Dysturin í Føroyum í dag og dysturin millum Ísrael og Rumenia, sum eisini verður leiktur í dag fáa ikki ávirkan á hetta.

Føroyska liðið hevur støðugt ment seg gjøgnum kappingina og hava til tíðir leikt við munandi størri sjálvsálitið enn tíðliga í kappingini. Tvey av settunum móti Rumenia á útivølli seinasta mikudag vístu hetta tíðiliga. Her var tað aftur Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, sum skarðaði framúr í álopspartinum og blokkinum. Súsanna stóð sjálv fyri 8 stigum til Føroyar hendan dystin.

Súsanna var eisini av CEV vald til eitt av top 10 plays í 4. umfarið. Brotið sum var valt sæst her: https://youtu.be/L-pzeZ_Ojl4 

Dysturin í dag er kl. 17.00 í høllini á Hálsi og dysturin sæst eisini á Televarpinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder