Vinna

Seinasta paradís á jørð sýnast í París sunnudagin

Nýggi filmurin hjá Sakarisi Stórá, Seinasta paradís á á jørð", verður sýndur á Visions Nordique -French Nordic Film Days, í París, sunnudagin 9. mars

2025-03-07 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Visions Nordiques er eitt nýtt tiltak, sum Norðurlendsku filmshúsini skipa fyri, í samstarv við franska filmsinstitutti CNC, Norðurlendska ráðharraráðið og sendistovunar hjá Danmark, Finlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki í Frankaríki.

Tiltakið er eitt høvið hjá útvaldum Norðurlendskum filmsfólki at sýna fram bestu og nýggjastu filmarnar fyri fronsku filmvinnuni, og skifta orð um filmsframleiðslu, fyri at menna samstarvi millum Frankaríki og Norðurlendsku londini. Hetta er eisini eitt høvið at selja filmin til fransktalandi marknaðin, samstundis sum hetta er eitt portur hjá øllum fronskum filmsáhugaðum at síggja bestu Norðurlendsku filmarnar. Ætlanin er at Visions Nordiques gerst eitt árligt tiltak, som verður ein týðandi partur av filmslandslagnum í París.

Seinasta paradís á jørð verður sýndur sunnudagin 9. Marts kl. 16:30 í Le Grand Action biografinum, á 5 Rue Des Écoles í París. Atongumerki kunnu keypast her:

https://visionsnordiques.fr/event/last-paradise-on-earth/

Atgongumerki til føroysku sýningarnar, sum byrja í Havnar Bio 10. apríl, eru eisini komin til sølu á bio.fo og fyrsta sýningin er longu útseld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder