Vinna

Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni

Í vár vóru gott 1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 cm), sum hevur uppvakstrarøki inni við land og sum komandi árini fer at leita sær út á Landgrunnin, har hann gerst partur av vaksna upsastovninum. Vit vænta ikki, at nógvir merktir seiðir verða fiskaðir fyrstu tvey árini – men sum frá líður, og upsin ferðast longri út, verða teir helst fingnir í upsafiskiskapinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-07 09:14 Author image
Havstovan
placeholder

Havstovan hevur í mong ár merkt tosk á árligum túrum við rannsóknarskipi. Seinast Havstovan merkti seið burturav var í 1991, tá nakað av seiði varð merkt í Sundalagnum. Hesin upsin varð afturfingin víða um á Landgrunninum og øðrum sjóøkjum við, tey næstu átta árini.

Í vár var so avgjørt at merkja seið aftur. Hetta var gjørt í samstarvi við brøðurnar Kristin og Marius Vilhelmsen, sum kenna væl til góð seiðamið nær Syðradali á Kalsoynni. Fiskurin varð fiskaður við runddorg, koyrdur í kør við sjógvi, áðrenn hann bleiv longdarmátaður og merktur. Væl riggaði, og á fimm túrum blivu gott 1000 seiðir merktir.

Henda merking er fyrst og fremst ætlað sum fyrireiking til, hvussu seiða-/upsamerkingar við Føroyar kunnu leggjast til rættis komandi árini. Ætlanin er at merkja seið í samstarvi við onnur lond, soleiðis at vit kunnu meta um ferðingarmynstrið hjá fiskinum millum londini. Tað er áður víst, at upsi ferðast longri jo størri hann er. 

Øll afturfingin fiskamerkir, sum verða latin Havstovuni, eru við í árliga lutakastinum um 12.500 kr. So fært tú ein merktan seið ella upsa komandi árini, so er at lata Havstovuni hann – so lærir Havstovan sum mest av merkiroyndini, og tú hevur møguleika at vinna í lutakasti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder