Ítróttur

Sáttmálin við Peter Bredsdorff longdur

Sáttmálin við Peter Bredsdorff-Larsen landsliðsvenjara, er longdur

2023-03-06 18:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF:

Á tíðindafundi í dag, í sambandi manslandsdystirnar millum Føroyar og Rumenia, var eisini kunngjørt, at sáttmálin við Peter Bredsdorff-Larsen, landsliðsvenjara, er longdur til januar 2026.

Hetta merkir, at Peter Bredsdorff-Larsen kemur at standa á odda fyri liðnum til næstu tvær undankappingarnar, HM25-undankappingin og EM26-undankappingin.

Peter Bredsdorff-Larsen tók við venjarastarvinum í 2021 og hevði upprunaliga ein tvey ára sáttmála.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder