Vinna

Sarita sett sum landsliðsvenjari í inniróðri

Róðrarsamband Føroya hevur í dag skrivað undir avtalu við Saritu Kristinu Hansen um at venja landsliðið í inniróðri.

2022-09-30 20:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Sarita er fleirfaldur heimsmeistari í inniróðri, og hevur verið virkin í bæði inniróðri og føroyskum kappróðri í fleiri ár. Harafturat hevur Sarita drúgvar royndir sum venjari í kappróðir.

Róðrarsambandið skipar fyri 4 grand prix kappingum í inniróðri í vetur. Í hesum sambandi fer Sarita í fyrstu atløgu at arbeiða við einum bruttohópi av rógvarum saman við feløgunum kring landið. Síðani fer hon saman við Róðrarsambandinum at taka út teir rógvarar, sum fara at umboða Føroyar í aljóða kappingum í vetur.

Róðrarsambandið fegnast um avtaluna við Saritu og vónar og væntar, at hennara mongu royndir fara at koma føroyskum rógvarunum til góðar, tá ið hesir skulu umboða Føroya í altjóða kappingum.

Fyrsta kappingini í inniróðri verður 8. oktober 2022 á Eiði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder