Vinna

Sandoy: Samanhald gevur styrki.

Fundurin, sum borgarstjórarnir í Sandoynni høvdu við landsstýrismannin Dennis Holm og stjóran á SSL Niels J. Arge, gav úrslit.

2023-03-22 11:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Samanhald gevur styrki.
Tá tíðindini frættust, at Hasfjord skuldi leggjast 1. mai, vóru borgarstjórarnir í Sandoynni ikki seinir og avgjørt varð, at øll segl skuldu setast til fyri at fáa broytt avgerðina.
Fundur var í fiskimálaráðnum millum borgarstjórarnar í Sandoy og landstýrismannin Dennis Holm og stjóran á Strandferðsluni við embætisfólkum.
Borgarstjórarnir stóðu stinnir, samanhaldið kom týðiliga til sjóndar og argumentini fyri at varðveita siglingina á sama støði sum nú vóru berandi. Vit merktu ein sera jaligan anda á fundinum.
Í gjár komu tíðindini, vit varðveita Hasfjord, tað er ein sigur fyri fólki sum búleikast í Sandoynni og ikki minst fyri vinnulívið. Takk fái tit sum avgerðina eiga, og til borgarstjórarnar í Sandoynni, saman standa vit sterk.

Kelda: Sands kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder