2025-08-07 19:20

Simon Pihl er nýggjur høvuðsvenjari í hondbóltinum hjá SÍF.
Vit eru sera fegin at bjóða Simon vælkomnum í Sandavágs Ítróttarfelag, Simon hevur, hóast sín unga aldur, drúgvar venjararoyndir og -útbúgvingar, herundir málmansvenjaraútbúgving.
Vit gleða okkum at síggja Simon halda fast í góðu gongdini, hondbólturin í Vágum hevur havt seinastu árini.
Venjingarnar byrja í september, nærri kunning um tað kemur seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald