Vinna

Samtykt hóast ræðumyndir

Vit fegnast um, at ein stórur meiriluti í løgtinginum júst hevur samtykt málið um at geva føroyskum bryggjaríum og brennaríum møguleika at fáa ágóðan av ferðavinnuni við at sleppa at selja egna framleiðslu í sambandi við vitjanir. Tað átti at verið sjálvsagt. Men tíverri var tingviðgerðin full av vanvirðandi lýsingum av einari vaksandi og lovandi vinnu í Føroyum.

Mynd: Ingi Samuelsen / Portal.fo

Mynd: Ingi Samuelsen / Portal.fo

2023-10-19 18:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Upp í saman blivu ræðumyndir tiknar fram um, hvat hendan lógarbroyting fer at fáa við sær. Fyri at almenningurin ikki skal góðtaka hesar, vilja vit sum vinnugreinafelag gjarna rættleiða.

Serliga vóru tvær. Fyri beinleiðis at endurgeva tingfólk, so var tann fyrra: “lættari atgongd = meira søla = meira drukk”. Hin seinna, at vit fara at fáa “mikrobryggjarí á hvørjum tanga.”

At pástanda, at hendan lítla broyting í lógini fer at føra til meira drukk millum føroyingar, er sera ógrundað. Tað var eisini sigandi, at einasta próvførslan var, at gransking sum heild vísir, at økt útboð í einum samfelag oftast førir til økta nýtslu. Men slík gransking byggir á størri samfelagsskipanir (einkarsølu mótvegis fríari sølu). At halda uppá, at tann sølan, sum fáu framleiðararnir í Føroyum fara at hava til fyrst og fremst ferðafólk í sambandi við rundvísingar, fer at føra til drukk í Føroyum, er sjálvandi burturvið.

Tað, sum framleiðararnir við hesi lógarbroyting sleppa at selja, er longu til keyps í Rúsuni. Tað gevur onga meining, at nakar skuldi bílagt sær eina rundvísing hjá einum bryggjaríi ella brennaríi bara fyri at sleppa at keypa okkurt, sum longu fæst í Rúsuni.

Fyri at afturvísa tørvin á lógarbroytingini varð sagt: “Útlendingar standa ikki í kø fyri at sleppa at keypa”. Jú, tað gera teir. Faer Isles Distillery høvdu í summar fleiri enn 1.000 fólk á gátt til rundvísingar, og frá øllum okkara limum hoyra vit um stóran áhuga frá ferðafólki at koma á vitjan. Uttan møguleikan at selja til ferðafólk gevur t.d. lítla meining hjá bóndahjúnunum í Dímun at framleiða sítt serstaka rótabryggj. Mestsum uttan undantak ynskja tey útlendsku vitjandi at keypa okkurt ferðaminni við heim. Hetta er púra vanligt aðrastaðni, og tøl frá Scottish Whisky Association vísa, at søla á staðnum til ferðafólk er ein rættiliga góð inntøka hjá distillaríum. Hetta hevur ført við sær, at stórar íløgur eru gjørdar í vitjanardeplar (visitor centres) á framleiðslustøðunum.

Argumentið, at ferðafólkini “bara kunnu keypa tað í Rúsuni seinni” nyttar ikki. Tað er í løtuni, tá tú ert blivin hugtikin av upplivingini av framleiðslu, søgu og frásøgn frá skaparunum aftanfyri, at tú hevur hug til at keypa eitt ferðaminni. Seinni er ovfarakætið hjá ferðafólkinum farið, og tað er ikki líka autentiskt, sum at hava keypt á staðnum frá fólkunum aftanfyri.

Lítla virðingin fyri hesi vinnu var týðilig, tá vit koma til ta seinnu ræðumyndina. Sagt bleiv fleiri ferðir, at vit væntandi fóru at fáa “20-30 nýggj bryggjarí í Føroyum – ella meir... enormt nógvar.” Og "einhvør við 20-25m2... í einum kjallara ella hjalli... kann fáa ein boblara." Tá hevur man onga fatan av, hvat tað krevur at uppbyggja eina vinnuliga, vinningsskapandi fyritøku á hesum øki. Føroya Bjór hevur verið til í 135 ár, Faer Isles Distillery hevur higartil brúkt knappar 50 mió fyri at koma á mál, og OY hevur savnað ein stóran skara av vinnulívsfólki fyri at fáa til vega neyðugu fíggingina og vitanina. Myndugleikakrøvini eru hørð á nógvum økjum, og tað er ein umfatandi uppgáva at fáa øll loyvi upp á pláss fyri at sleppa at framleiða, goyma og selja øl og spiritus.

Hví tað er neiligt, at vinnan mennist, og at fleiri mikrobryggjarí og -brennarí koma í Føroyum, skilja vit ikki rættiliga. Men um man vil fyribyrgja, at søla kann fara fram í sambandi við rundvísingar á smáum framleiðslustøðum, so er bara at seta eitt minstamark fyri árliga framleiðslu ella umsetning. Í grannalondunum er minstamark sett fyri, nær ein framleiðsla kann kallast vinnulig. Hetta kann gerast við kunngerð.

Lat meg sláa fast, at vinnugreinafelagið Bryggja & Brenna ynskir ikki at avtaka Rúsuna. Vit halda hinvegin, at Rúsan sum stovnur hevur prógvað sítt virði og eigur at varðveitast og mennast. At loyva framleiðarunum at selja egna vøru til vitjandi í sambandi við rundvísingar er á ongan hátt eitt hóttan móti Rúsuni.

Einaferð undir kjakinum var eg tó samdur við Steffan Klein Poulsen. Tað var, tá hann spurdi, hví tingið skuldi brúka so nógva tíð upp á eitt mál, sum er so lítið samanborið við onnur stórmál í samfelagnum. Hetta er ein sera lítil broyting í verandi lóggávu, sum ikki kann væntast at hava neiligar fylgir í mun til misnýtslu av alkoholi. Hinvegin fer hon vónandi at hava sera jaligar ávirkan á møguleikan hjá einari vaksandi vinnu at fáa inntøkur frá ferðavinnu.


Dánial Hoydal, formaður í vinnugreinafelagnum Bryggja & Brenna


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder