Eftir eina framløgu um nýggja grønu tvíkiljuna, sum varð latin av MEST til Bakkafrost í 2020, fór fylgi ein stimitúr við grønu tvíkiljuni, Grønurók. Tordis Poulsen á Bakkafrost og formaðurin á tvíkiljuni Rúni Ellingsgaard tóku ímóti. Á túrinum løgdu tey vitjandi til merkis, at grøna tvíkiljan larmar minni enn vanligar tvíkiljur og dálkar als ikki.
Á myndunum sæst fylgi og eisini ráðharrarnir í battarírúminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald