Annað

Samstarvsráð Vesturvón

Samstarvsráðið hjá Vesturvón virkar sambært §15 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Frá vinstru, Frida, Elly, Karin og Sonja

Frá vinstru, Frida, Elly, Karin og Sonja

2025-04-04 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
  • 15. Á hvørjum røktarheimi og eldrasambýli verður valt eitt samstarvsráð, sum hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum búfólk, avvarðandi og heimið.

Stk. 2. Samstarvsráðið kann ráðgeva og vegleiða leiðsluni á røktarheiminum ella eldrasambýlinum og skipa fyri tiltøkum, sum kunnu gera gerandisdagin hjá búfólkunum meiri virknan bæði á heiminum og í nærumhvørvinum.

Stk. 3. Ráðið verður mannað við einum búfólki, einum umboði fyri avvarðandi og einum starvsfólki.

Stk. 4. Samstarvsráðið skipar seg sjálvt, og ger innanhýsis starvsskipan.

 

Hjá Vesturvón verður samstarvsráðið mannað av:

2 starvsfólkum, 1 búfólki og 2 avvarðandi


Samstarvsráðið skipar seg sjálvt við formanni/kvinnu, næstformanni/kvinnu, skrivara og nevndarlimum.


Samstarvsráðið kann ráðgeva og vegleiða leiðsluni, skipa fyri tiltøkum og átøkum fyri búfólk og avvarðandi. Samstarvsráðið avgerð sjálvt virksemi.


Hjá Vesturvón hevur samstarvsráðið skipa seg soleiðis:

Sonja Klein forkvinna, Frida Eyðfinnsdóttir næstforkvinna, Karin Joensen skrivari, Hanna Hansen og Elly Samuelsen nevndarlimir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder