Vinna

Samstarvið við ES eigur at styrkjast

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hitti í gjár ES-nevndarlimin í handilsmálum, Valdis Dombrovskis, á fundi í Brússel.Teir umrøddu ætlanina at menna eitt sterkari og meira fjøltáttað samstarv millum Føroyar og ES.

2023-09-29 12:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Serligur dentur var lagdur á ynskið hjá landsstýrinum um eitt styrkt handilssamstarv við ES, ið kann tryggja føroyskum framleiðarum og útflytarum betri marknaðaratgongd til ES-marknaðin fyri virkaðar fiskavørur.

“Talan var um ein góðan og jaligan fund. Vit viðgjørdu hvussu farast skal fram fyri at røkka ítøkiligum betringum. Í mong ár hevur ynski verið um at menna eitt yvirskipað og nútímans samstarv við ES á fleiri økjum. Nýggja geopoltiska støðan ger, at tað er meira umráðandi enn áður at styrkja viðurskiftini millum Føroyar og ES. Hóast Føroyar longu hava eitt samstarv við ES á fleiri økjum, havi eg góðar vónir um at útlit eru fyri at menna viðurskiftini, ikki minst á handilsøkinum," segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður eftir fundin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder