![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Samskiparin í burðardygd skal tryggja, at felagið livir upp til burðardygdpolitikk felagsins. Tú kemur at savna, greina og skipa hagtøl, seta í verk átøk, sum tryggja, at sett mál verða rokkin, og skriva frágreiðingar, ið boða frá framburði felagsins innan burðardygd.
Starvið fevnir um at seta í verk og gjøgnumføra ymsar verkætlanir. Tú skal harumframt ráðgeva leiðsluni um framtíðar kós og mál á burðardygdarøkinum.
Tú rapporterar beinleiðis til stjórnina og verður ein partur av netverkinum Varandi Vinna.
Førleikakrøv
Væntað verður, at tú hevur stóran áhuga fyri burðardygd og dámar at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er av stórum týdningi, at tú dugir at tilrættisleggja títt egna arbeiði.
Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur eina hægri útbúgving innan burðardygd, verkfrøði, umhvørvi, ella samsvarandi.
Vit vænta, at tú ert sera væl skipað(ur), hevur góð analytisk evni, og at tú dugir at samskifta greitt.
Starvið krevur koyrikort.
Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at ringja til Onnu Kalsø, varastjóra, á telefon 585007, ella skriva til [email protected].
Hvat vit kunnu bjóða
– Størv við breiðum fakligum avbjóðingum.
– Møguleikar fyri fakligari menning og førleikamenning.
– Løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti á: [email protected]
Umsóknarfreistin er sunnudagin 2. mars 2025, samtalur verða hildnar leypandi, og størvini verða sett skjótast gjørligt.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald