Vinna

Samráðingarnar við Russland halda fram í morgin

Í gjár og í dag hava samráðingar verið við Russalnd

2023-12-06 17:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrst í novembur ráðførdu løgmaður og landsstýrismenninir í uttanríkismálum og fiskivinnumálum seg við løgtingsins uttanlandsnevnd viðvíkjandi samráðingum við Russland um fiskiveiðuavtalu fyri 2024.

Svarið bleiv viðgjørt og avgerð var tikin um at fara til samráðingar við Russland um eina fiskiveiðuavtalu fyri 2024.

Samráðingar hava verið í gjár og í dag, men enn er ikki komið á mál, og tí verður hildið fram í morgin, váttar Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fyri jn.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder