Vinna

Samanstoytur millum Eystur- og Vesturbúgvan 14. apr 2022

Stutt frágreiðing og samanumtøka.

2022-09-12 21:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

MRCC fekk boðini kl 0354 UTC . Roynt var beinanvegin at seta seg í samband við Eysturbúgvan og Vesturbúgvan, men tað var til fánýtis. Bæði skipini vóru at síggja á satelitt AIS og veðrið sá út at verða gott á windy. Roynt var síðani at fáa fatur í kontaktpersónunum hjá Eysturbúgvanum, men tað var til fánýtis. Tað bar tó til at fáa fatur í kontaktpersóninum á Vesturbúgvanum. Men upplýsingar frá honum hevði MRCC longu frammanundan.

MRCC setti seg so í samband við MRCC Stornoway. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin vóru staddir í serøkinum sunnanfyri. Tað er tað økið, sum bæði bretar og føroyingar meta seg eiga. Tá vit hava hendingar í tí økinum verður altíð samskift við UK JRCC og avtala hvør ger hvat. Í hesum førinum átók MRCC Stornoway sær samskipandi leiðsluna av átakinum og avrátt varð, at MRCC Tórshavn skuldi halda fram við at royna at fáa samband við skip ella reiðarí. Á henda hátt blivu uppgávurnar býttar. Upplýsast kann at MRCC Stornoway sendi boð eftir eini bjargingartyrlu, men vit vita so ikki um hon náddi at fara á flog. Eisini sendi MRCC Stornoway út Distress relay á DSC millumbylgju.

Kl 0445 UTC ringdi skiparin á Vesturbúgvanum og greiddi frá hvat, ið hent var.
Hann upplýsti at Eysturbúgvin var sokkin eftir stuttari løtu, men at øll manningin var bjargað og var umborð á Vesturbúgvanum. Ongin annar var at hjálpa og teir høvdu ikki havt stundir at senda neyðarkall.
Hesi boðini vóru so givin víðari til MRCC Stornoway og aðrar partar.

Vit halda, at uppgávan var loyst sambært teimum reglum og rammum, sum vit arbeiða undir og i góðum samstarvi við viðkomandi grannatjóðir.

Vinaligast

Edvard Bjarnason
Deildarstjóri
Vørn MRCC Tórshavn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder