Vinna

SAMAN VINNA VIT STRÍÐIÐ

.

2024-06-08 00:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

SAMAN VINNA VIT STRÍÐIÐ!
Góðu Føroya fólk, av hjarta vilja vit takka tykkum fyri, at tit hava staðið við okkara lið í hesi verkfalstíð. Vit vita, at tykkara gerandisdagur er nógv órógvaður av verkfallinum.
Tí harmast vit veruliga um, at semingin ikki bar á mál. Fyri arbeiðarafeløgini merkir hetta, at verkfallið heldur fram.
Okkara átøk skulu fyrst og fremst raka limirnar í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
At Vinnuhúsið hevur biðið sínar limir um at skerja lønina hjá øðrum starvsfólki, ið ikki fær møtt til arbeiðis orsaka av verkfallinum, leggur bara stein oman á byrðu hjá vanligum fólki.
Tí hava vit avgjørt at virka fyri, at dagstovnar aftur kunnu lata upp. Vit geva tí undantøk á dagstovnaøkinum, til reingerðarfólk og burturbeining av ruski frá mánamorgni 10. juni, soleiðis, at barnafamiljur aftur sleppa til arbeiðis.
Vit vita, at vit bert røkka á mál, við at leggja enn størri trýst á arbeiðsgevararnar, ið ikki fáa útflutt ella innflutt vøru, og sum ikki fáa brennievni.
Tí vóna vit eisini, at hesi undantøk vísa, at hetta er ikki eitt stríð móti Føroya fólki, men eitt stríð fyri verkafólki.
Tøkk fyri stuðulin, saman vinna vit stríðið fyri ordiligari løn til verkafólk!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder