2025-10-22 07:30

Tað er týdningarmikið, at eingi standa einsamøll, tá ið tey fáa krabbamein; tað er ein byrða, vit mugu bera í felag. Tí er tað undir heitinum Saman um krabbamein, at vit senda beinleiðis sunnukvøldið 26. oktober í 2025 frá klokkan 19.00 til 22.00.
Hetta kvøldið fara vit at kaga í nógvar søgur hjá sjúkum og avvarðandi; vit fara at borðreiða við tónleiki og fáa undirhald, umframt at fáa innlit í arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum - og hvørja hjálp sjúk og avvarðandi fáa.
Longu nú ber til at stuðla og vera við í lutakastinum um flottu vinningarnar.
Far inn á heimasíðu okkara krabbamein.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald