Vinna

Sámal Petur Petersen fingið tænastumedalju í silvuri

Hátíðarlig gudstænasta var í Funnings kirkju seinasta sunnudag.

2022-11-03 11:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Kirkjan er vorin 175 ár og dagurin varpaði ljós á trúfastir tænarar - kvinnur og menn, sum hava gjørt tænastu í Funning kirkju í mong ár. 

Ein teirra fekk serliga heiður sunnudagin. Formaðurin í kirkjuráðnum, Sámal Petur Petersen, fekk handað tænastumedaljuna í silvuri frá Hennara Hátign Drotning Margethu.

Kirkjuráðið í Funningi innstillaði Sámal Petur til hendan heiður sum takk fyri nærlagni og kærleika til kirkjuna og tað, kirkjan stendur fyri og fevnir.

Biskupur handaði Sámal tænastumedaljuni, og segði ma. :

"Sámal, Kirkjan er títt andaliga heim, og higar ert tú leiddur av forfedrum tínum. Her hevur tú fingið andaliga heilsubót og funnið tann frið, ið ríkar gerandisdagin og lívið. Kirkjan er tær ein griðstaður og eitt akkerspláss í lívsins skiftandi meldri. Kirkjan er í bygdini og mitt í lívinum.

Nøkur fakta um tænastutíðina hjá Sámali Peturi:

  • Tá ið Sámal Petur misti faðirin í mars 1966, tók hann við tænastuni sum klokkari í faðirs síns stað.
  • Í adventini sama ár – 1966 – tók hann við tænastuni sum deknur.
  • Í 1990 tók Sámal Petur sæti í kirkjuráðnum.
  • Frá 1997 og til dagin í dag hevur Sámal Petur verið kirkjuráðsformaður.

Biskupur er fegin um, at mær fall í lut at samstarva við kirkjunnar álitisfólk runt um í landinum. Kirkjan er í góðum hondum, Guðs hondum. Kirkjan hevur tað gott, tí tænastufólk Harrans eru kallinum líðin at gera tænastu í halgidóminum Guði til heiðurs og menniskjum til signingar.

Vegna Drotningina verður tænastumedaljan handa tær, Sámal Petur, sum hægsta viðurkenning fyri trúgva og væl úr hondum greidda tænastu.

Hjartaliga tillukku og Guðs ríku signing, ið døgunum sum koma. Guð signi land og fólk."

Til ber at síggja gudstænastuna úr Funnings kirkju her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder