Vinna

Saltinnihaldið metlágt í desembur

Nýggjasta uppgerðin av saltmátingum frá Skopun vísa, at sjógvurin á Landgrunninum aftur í vetur hevur verið lutfallsliga feskur við metlágum saltinnihaldi í desembur.

2023-03-06 18:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Saltinnihaldið á Landgrunninum broytist gjøgnum árið og er vanliga lægst um veturin, tá nógv avfall er. Harafturat eru langtíðarbroytingar, og tað er í stóran mun styrkin í subpolara meldrinum, sum stýrir hesum broytingum í hita og saltinnhaldi á okkara leiðum. Tá subpolari meldurin er veikur, kemur heitari og saltari sjógvur sunnanífrá til okkara leiðir. Hinvegin, tá meldurin er sterkur, kemur kaldari og feskari sjógvur meiri vestanífrá.


Subpolari meldurin styrknaði nógv eftir veturin 2014-2015, og saman við øðrum broytingum í Labrador- og Irmingerhavinum førdi hetta til metlágt saltinnihald í Íslandsdýpinum. Hetta sást aftur í mátingum hjá Havstovuni, har saltinnihaldið við Skopun og úti á opnum havi lækkaði sera nógv út á heystið 2016. Í 2017 og 2018 lækkaði saltinnihaldið eitt vet afturat soleiðis, at mátingarnar frá Skopun vístu fleiri metlág virðir hesi árini, men eisini um veturin 2019 og 2020 (sí her). Hinvegin var saltinnihaldið útiá sum heild vaksandi í tíðarskeiðnum 2019-2021 (sí her). Í desembur 2022 vóru mátingarnar frá Skopun aftur metlágar, og hetta samsvarar við fyribils mátingar frá Jákup Sverra í februar í ár, har grunnu støðirnar inni á Landgrunninum vóru feskari enn vanligt (les túrfrágreiðing her). Hesi tøl verða gjørd upp í næstum saman við øðrum mátingum frá 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder