Vinna

Sættu ferðina ímóti Lettlandi

Fyri sættu ferð skal føroyska A-landsliðið við monnum royna seg í altjóða dysti móti Lettlandi, og higartl hava úrslitini – sæð við føroyskum brillum – verið góð

Seinast Lettland og Føroyar møttust var í november í 2020. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Seinast Lettland og Føroyar møttust var í november í 2020. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1 - Mynd: Hans Erik Danielsen

2024-06-11 07:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Håkan Ericson og hansara menn leggja í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til seinna dystin í Baltic Cup 2024, sum verður ímóti Lettlandi.

Seinnapartin fyrradagin kom føroyski hópurin til Liepaja, sum liggur heilt har vesturi í landinum, og í gjár var venjing verið á Daugava stadion, har dysturin móti lettlendingum verður í dag klokkan 17:00, sum er klokkan 19:00 økistíð í Lettlandi.

Tapið fyri Estlandi var eitt stórt vónbrot, og tað er tískil einki at ivast í, at bæði venjarar og spælarar vilja reisa seg, nú mótstøðuliðið er Lettland, sum leygardagin tapti 2-0 á heimavølli fyri Litava.

Í A-landsliðshøpi við monnum hava Føroyar og Lettland møtt hvør øðrum fimm ferðir áður. Fýra dystir eru endaði við javnleiki, meðan Føroyar hava vunnið ein. Tað var í undankappingini til EM 2018, tá Føroyar tann 7. oktober í 2016 vunnu 2-0 á Skonto stadion í Riga. Málini gjørdu Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson.

Landsdysturin millum Lettland og Føroyar byrjar klokkan 17:00, og kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder