Vinna

Russisku skipini hava álvarsamar avleiðingar fyri heimafriðin og trivnaðin hjá Føroyingum

Nú Løgtingið skal taka støðu til uppskot frá Fólkaflokkinum, um at loyva Russiskum skipum til Føroyskar havnir aftur, vil Heimafriður minnað Føroya Løgting á, at slík avgerð hevur álvarsamar avleiðingar fyri heimafriðin og trivnaðin hjá Føroyingum.

2024-03-21 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tí Russisku skipini og frystiskipini, sum russisku skipini umskipa til, larma óvanliga nógv. Hesi skip, eru ikki egnaði at liggja nærendis búðstaðarøkjum.

Seinastu árini hevur heimafriður, landsmyndugleikar og havnir kring landið mótiki hundratals klagur, um skip, sum órógva fólk, so mikið nógv at tað ávirkar svøvn og trivnað hjá fólki.

Síðani havnastongsulin kom í gildið, er talið av klagum minka niður í nærum einki.

Um skipini sleppa til bryggju aftur, kunnu vit vænta at avgerðin fær likamligar og sálarligar fylgjur fyri fólk, sum búgva nærendis havnir í Føroyum.

Heimafriður heitur á landsins leiðarar, um at varveita havnastongsulin, til ein lóg er samtykt, at verja heimafriðin hjá Føroyingum ímótið slíkum ágangi.

Felagið Heimafriður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder