Vinna

Rógvi Jacobsen settur sum tekniskur leiðari

Søkt hevur verið eftir tekniskum leiðara, og hevur býráðið valt at seta Rógva Jacobsen í starvið. Rógvi er 37 ára gamal og hevur útbúgving sum byggifrøðingur, sum hann hevur lisið í Horsens.

2023-07-05 15:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Vága kommuna hevur við Visjón 2032 júst sett nýggja kós fyri tey komandi 10 árini, har fleiri spennandi viðurskifti eru sett á dagsskránna. Her ímillum er býarmenning, tað at skapa nýskapandi karmar fyri vinnu, mentan og ferðavinnu og eisini at menna kommununa við fjøltáttaðum bústaðarmøguleikum og frítíðartilboðum.

Søkt hevur verið eftir tekniskum leiðara, og hevur býráðið valt at seta Rógva Jacobsen í starvið. Rógvi er 37 ára gamal og hevur útbúgving sum byggifrøðingur, sum hann hevur lisið í Horsens.

Rógvi hevur viðkomandi royndir, bæði innan tað tekniskt fakliga og innan leiðslu. Hann hevur innlit í kommunala fyrisiting, tí seinastu tvey árini hevur hann verið tekniskur leiðari í Sørvágs kommunu. Áðrenn hetta var hann verkætlanarleiðari hjá Articon, har hann eisini var í læru sum húsasmiður frá 2004 til 2008. Harumframt hevur hann eisini tikið fleiri viðkomandi skeið, t.d. innan byggijura, byggireglugerðina BK17 og annað.

Í starvinum sum tekniskur leiðari, kemur Rógvi at samstarva og samskifta við politikarar, starvsfólk, borgarar, vinnulív og aðrar áhugabólkar. Hann fær høvuðsábyrgdina av øllum virkseminum í Teknisku deild, og hevur beinleiðis tilvísing til kommunustjóran, og fær harvið stóra ávirkan á, hvussu Vága kommuna verður rikin.

Høvuðsuppgávurnar hjá Rógva verða m.a. leiðsla av tekniska toyminum í umsitingini, leiðsla av arbeiðsformanni, leiðandi húsavørði, gartnara og havnaumsjónarfólkið, ráðgeving til politisku skipanina, býar og byggiplanlegging, stýring av kommunalum byggi- og viðlíkahaldsarbeiði,  umframt fleiri aðrar spennandi uppgávur.

Rógvi byrjar í starvinum tann 1. september 2023.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder