Grunnurin hevði í ár 102.000 kr. at luta út í. Ein umsókn varð ikki gingin á møti, tí báturin var liðugt smíðaður og latin kappróðrarfelagnum fyri 25. apríl 2022.
Feløgini, sum hava fingið játtað stuðul hesaferð, eru:
- Kappróðrarfelagið Tindur, 5-mannafar og 6-mannafar
- Strálan, 6-mannafar
- Róðrarfelagið Knørrur, 6-mannafar
- ÍF kappróður, 6-mannafar
- Kappróðrarfelagið NSÍ, 6-mannafar
- Sørvágs Róðrarfelag, 8-mannafar.
Stuðulin verður latin, tá kjølurin er strektur, og er hann ikki strektur í seinasta lagi 25. apríl 2023, fellur stuðulin aftur til grunnin.
Áhugin fyri at smíða kappróðrarbátar er stórur, og stuðulsupphæddirnar, sum latnar verða í ár, eru tær minstu, síðan Róðrargrunnur Føroya varð endurreistur í 2018, tí fleiri og fleiri eru um boðið.
Virksemið hjá grunninum í 2023 er treytað av, at løgtingið aftur játtar grunninum pening á fíggjarlógini í heyst.
Róðrargrunnur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald