”You can´t win trophys with kids”, um eitt ungt Manchester United lið. Teir gjørdu eins og tit, og prógvaðu øllum mótsett.
Tit hava framt eitt bragd! Tit hava fingið eitt úrslit, sum er óvanligt tá ein hugsar um tykkara unga miðal aldur, 17 og eitt hálvt ár.
Tit skulu vita, at hóast tit einans vórðu á øðrum plássi seinastu tríggjar róðrarnar, hava tit framt nakað nakað serligt. Tit hava skapt virðing millum róðrarfólk. Tit hava vunnið FM-gull hjá 6-mannaførum, fyri fyrstu ferð í søgu Sandavágs Ítróttarfelags.
Eg minnist ikki, men haldi meg vita, at í Sandavági var einaferð eitt áttamannafar, sum kallaðist Skúgvur, og sum vann nógvar róðrar í 60-unum. Men tað kann als ikki samberast við tykkara bragd.
Hóast eg bert ta einu ferðina havi siti í einum róðrarbáti, har eg stýrdi til eina venjing, hevur tjóðar ítróttur føroyinga altíð hugtikið meg, og mangan føroyingin.
Tað er so vakurt og hugtakandi at síggja áralagið, serliga hugtakandi er tað, tá nógvir bátar kappast, sum hjá 6-mannførum monnum í ár.
At tit longu næsta árið í bátinum vinna FM-heitið, er áhugavert. Gamaní er onkur av tykkum stórur og sterkur. Tað er ein fyrimunur at verða sterkur, um tú samstundis hevur teknikk. Tað er eisini áhugavert, at tit so ungir kunnu vinna á monnum. Tað má vera tí at tit eru treystir, treiskir og hava ein sera góðan teknikk, sum fleiri hava róst tykkum fyri. Onkur hevur sagt, at tit umborð á Skúgvi eru so lættir, at hann flýtur omaná, at hann mestsum flýgur, hann kemur ikki í sjógv.
Eg havi fylgt tykkum og verið hugtikin, visti eisini, at á Facebook bólkinum hjá Sandavágs Ítróttarfelag vóru tit settir nakrar spurningar.
Ein spurningar var – Hvat er tað besta við kappróðri?
Fýra tykkara søgdu samanhaldið, fýra søgdu kappingin, meðan Símin Tórur segði “Føroyska náttúran og tað at rógva”. Tá má man siga, at man hvílir í sær sjálvum.
Í heilsanini frá ítróttarfelagnum á ólavsøku skriva tey millum annað at Hans Ravnsfjall syngur í Skúgva sanginum "Saman og styrki mann fyri mann". Tað hevur verið rørandi fyri okkum rundanum at síggja samanhaldi millum manningarnar”, siga tey at enda.
Tit hava góðar umstøður í felagnum, og nógv gott fólk at hjálpa tykkum. Men uttan tykkara vilja og áræði kann man ikki vinna. Umstøðurnar tit hava, eru við til at skapa gott samanhald.
Eg haldi ikki nakar talar ímóti, tá ið eg sigið, at tað er bara stuttligari at fylgja við, tá ið vinnarabátur er í bygdini og kommununi. Tað er so stuttligt og upplívgandi, at síggja vinnarar koma í rekkjukoyringin floytandi gjøgnum bygdirnar.
Men tað er avgjørt eisini neyðugt at hava ein góðan felagsskap, har øll kunnu verða við.
Býráðið fer í heyst at viðgera fríkortið og stuðulsskipanir til ítróttarfeløg. Okkara ynski er, at øll børn skulu luttaka í frítíðarvirksemið, og tí er tað týdningarmikið, at vit eisini hava tykkum í huga, sum virka sjálvboðin árið runt fyri at geva børnum og ungum hendan møguleika. Í Vága kommunu eru ríkiligt av møguleikum at luttaka í ítróttar-, tónleika- og frítíðarvirksemið. Tað er pláss fyri øllum.
Lat meg sláa fast – tað er týdningarmikið at vit øll luttaka!
SÍF kappróður hevur verið virkin í eftirhondini fleiri ára tíggju. Í ár er einki undantak, tit hava luttikið við Ørnini og Havørnini, eisini.
Ørnin hevur verið manna við gentum og barnaróður dreingir, og Havørnin hevur luttikið í barnaróður gentur og barnaróður dreingir.
Í ár fingu tit eisini annan heiður, tá Hansina á Plógv, fekk heiðursskjal Poul E. Petersen sum Ítróttarsamband Føroya letur, og sum er stórsti heiður ein kann fáa. Hansina hevur sagt, at heiðurin er ikki bara hennara, men ognar felagsskapinum heiðurin, eisini.
Tit á Skúgvi eru ungir, og kunnu mennast enn meira, tí vóna vit at síggja tykkum í bátinum komandi árini. Allir hinir vita nú at tit eru har, og tí kann væntast ein enn meira spennandi kapping komandi árini.
Eisini tykkum, sum hava róð í ár, vóna vit at síggja komandi árini, og at felagsskapurin fer at eggja enn fleiri til at rógva og íðka ítrótt.
Tit vóru eisini spurdir ”Hvønn í kappróðri sært tú mest upp til?” Fýra tykkara vistu ikki og tríggir svaraðu Sverri Sandberg Nielsen.
Við FM-gullinum og fleiri stevnu sigrum, kunnu vit nú kalla tykkum fyri fyrimyndir.
Hjartaliga til lukku!
vegna býráðið
Albert Ó. Ellefsen,
vararbórgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald