2022-08-19 18:54
Røða til móttøku av Akraberg.
Tað hav, ið brýtur her
um hesi veðurbardu sker,
tað dró - og dregur enn,
uppelur rættar menn.
Og havsins bára bráð,
sum brýtur brøtt og skyggir blá,
ber skeið og smildrar skeið,
er okkar dýra leið.
Fyrst av øllum fari eg at ynskja reiðaríi, skipara og manning hjartaliga tillukku á hesum so ómetaliga stóra degi.
Ørindi, eg legði fyri við, er úr yrking hjá Hans Andrias Djurhuus, skrivað í 1926. Eitt lítið sindur meira um tað ímóti endanum.
Sum umboð fyri Fuglafjarðar kommunu og í borgarstjórans stað er tað mær ein sera stórur heiður at standa her og bjóða nýggja Akrabergi vælkomnum á Fuglafjørð. Vælkomin Akraberg!
Tað er langt ímillum, at vit fuglfirðingar síggja nýggj skip, við okkara kæra bygdanavni "Fuglafjørður" málað á síðuna, koma flaggskrýtt inn á Pollin og leggja at bryggju her. Og tessvegnað er løtan bara uppaftur størri og søtari.
Um vit hyggja aftur í søguna, heilt aftur til 1937, tá ið Jacob Haraldsen læt byggja Kyrjastein, so er hesin Akraberg tann 9. í røðini av nýbygningum yvir 15 tons, sum hava fingið heimstað í Fuglafirði. 3 ár seinni, í 1940 kom Vón hjá Sigurð Simonsen.
Eg fari ikki at reksa teir allar upp, men eg minnist tá ið útróðrabáturin Fiskimúli bleiv bygdur her heimi á bedingini, doyptur og flotaður. Hetta var í 1966 og ein stórur dagur. Ja, tað var enntá so stórt, at børnini fingu frí úr skúlanum fyri at vera við til dópin og fyri at síggja bátin fara av bakkastokki.
Í 1970 kom ídnaðartrolarin Gullbrandur, og síðani at nótabáturin Gøtunes kom fyri 48 árum síðani í 1974, er eingin størri nýbygningur komin á Fuglafjørð - tað ger dagin í dag bara tess størri. Haldi, eg fari eisini at nevna síðutrolaran Ólav Halga, sum kom sum nýbygningur úr Portugal á Fuglafjørð allahalgannadag í 1959. Hann stendur mínum hjarta nær, kanska serliga orsakað av, at pápi mín var skipari á honum í mong ár.
Tá vit so samanbera hesi skip, eg her havi nevnt við hetta, ið vit í dag eru komin saman at heilsa vælkomnum, so eru tey næstan ósambærlig. Menningin á allan hugsandi hátt er ómetalig. Eg fekk høvi at síggja bátin áðrenn hann fór til fiskiskap yviri í Aalesund. Og bara at síggja hvussu nógv er gjørt fyri at fjálga um hjá manningini, ja, tað er veruliga at fegnast um.
Góðu tit bæði Annfinn og Elisabeth, systkinabarnið, ið mynda felagið Framherja. Hjartaliga tillukku í dag, og eg kann bara siga, at vit fegnast saman við tykkum.
Tað hevur sanniliga verið hugaligt at fylgt tykkara virksemi síðani tit komu við tí fyrsta Akraberg, í november 1994, t.v.s. fyri 28 árum síðani, og sum fór sín fyrsta túr í febr. árið eftir.
Vit hava sæð, at tit eru persónar og eitt felag, sum hevur haft framdrift frá fyrsta degi, eitt felag sum hevur tikið eitt fet í senn og flutt seg trygt framá leið. Eitt felag, sum hevur ment seg bæði á sjógvi og á landi, og hevur tryggjað nógvum heimum í Fuglafirði og á Føroya landi eina góða og trygga inntøku. Hetta hevur havt stóran týdning fyri okkara kommunu.
Vit, sum kenna tykkum, vita, at tit eru persónar, ið ikki brúka tey stóru orðini - ei heldur tey stóru armsveiggini, tit fara stillisliga um hurðarnar. Tit eru eitt stórt aktiv í lokalsamfelagnum - og takk fyri tað.
Í dag eigur felagið ein frystitrolara, tvey uppisjóarskip, tvey frystilíniskip og eitt ísfiskalínuskip.
Á landi hevur Framherji eisini nógv virksemi og er eigari í fleiri feløgum, so sum Pelagos og Bergfrost her í Fuglafirði - eitt sera virki felag má sigast.
Fyri góðum 2 árum síðani - mitt í ringastu korona kreppuni - tað var hinaferð tá ið øll gingu og sprittaðu seg, hildu afstand, høvdu fundir og undirvístu á netinum, vóru innistongd og gingu við masku - ja, tá komu tey góðu tíðindi, at Framherji hevði undirskrivað sáttmála, um ein nýggjan Akraberg fyri yvir 300 mill. kr., og skipið skuldi handast í juni 2022. Hetta vóru søtir tónar í eini eitt sindur daprari tíð.
Sum flest tykkara vita, koma Annfinn og Elisabeth bæði tvey úr heimum, har fiskur og fiskiskapur hevur verið dagliga samtaluevni og áhugamál.
Pápi Elisabeth, Ditleiv Eldevig var jú stjóri á Havsbrún í mong ár, og pápi Annfinn, Jógvan Ingvard Olsen var bæði skipari og skipaeigari á Toftum.
Einki er at ivast í, at hettar hevur kveikt áhuga tykkara, til at fara yvir til Tromsø, at fáa tykkum hægstu útbúgving innanfyri hetta økið, ið tit hava brent fyri, nevniliga fiskivinnu.
Eg haldi meg vita, at her rann saman ímillum tykkara - og her komu tit eisini at kenna onnur lesandi - millum annað íslendingar, sum blivu tykkara samstarvsfelagir, og eru tað enn.
Annfinn og Elisabeth tykkara virksemi hevur sera stóran týdning fyri okkara bý, og hiðani skal ljóða ein almenn tøkk fyri tað.
Eg legði fyri við einum ørindi úr yrking hjá Hans Andrias Djurhuus, ið er ein kvøða til havið og til teirra, ið balast har. Eg fari at enda við at sitera víðari úr somu yrking:
Væl stýrdi køna hon,
tá kavaguvan fjaldi lond,
og brot í íðu vóð,
og brim í grasið stóð.
So manga skaðanátt
tit nýttu ytsta mátt
og tykkar besta skil
at leggja knørrin til.
Og seinasta ørindi sigur:
Hátt tykkar verk er mett
Nú flagg í topp, hvítt, blátt og reytt,
og havsins kvæði enn
tit kvøðið, havsins menn.
Og báran brøtt og blá,
sum mangan vandaleikin sá
hon er - tað svitast ei -
vár egna, dýra leið.
Eg vil so at enda einaferð enn vegna Fuglafjarðar kommunu og okkum øll ynskja tykkum, reiðaríi, skipi og skipara við manning hjartaliga tillukku við nýggja Akraberg og Guds ríku signing við bøn um, at tykkum altíð skal gangast væl.
Eyðun á Lakjuni, varaborgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald