Mentan

Røða, sum varð hildin á hátíðarhaldinum um bátasmíð á Steig 2. juli 2023

Av øllum teim snekkjum, ið Norðhavið bar, ein tykist mær yndislig føgur, tann báturin nevndur er áttamannafar, sín svanasong nú hann kvøður.

2023-07-04 09:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Røða, sum varð hildin á hátíðarhaldinum um bátasmíð á Steig 2. juli 2023

Av øllum teim snekkjum, ið Norðhavið bar,

ein tykist mær yndislig føgur,

tann báturin nevndur er áttamannafar,

sín svanasong nú hann kvøður.

Hesa yrkingina yrkti skaldið Mikkjal á Ryggi í 1913. Mikkjal sigur, at áttamannafarið fylgdi føroyingum í túsund ár, og at hann var væl dámdur og virdur av øllum føroyingum. Eisini yrkir hann um, hvussu vakur báturin er, og hvussu sjógóður hann er. Hann legði søkklaðin av fiski at støðum bæði vetur og vár. Hann hevur vunnið føroyingum gull og fæ, t.e. til lívsuppihald.

Men nú hevur hann livað sín seinasta dag. Mikkjal er harmur og gremur seg um, at teir svíkja hann nú. Stundum verður hann flotaður til lossing at føra kol og avhøddaðan fisk. Ólíka var, tá ið nýkomin fiskur av fagrasta slag varð syftur inn um stokk. Hann mælir til at siga honum hitt síðsta farvæl, um viðurin longur ei varar.

Motorbátarnir, sum komu stutt eftir aldarskiftið 1900, gjørdu, at áttamannaførini vórðu sett í neystini. Í 1907 kom fyrsti deksmotorbáturin til Sandavágs. Ludvík á Steig smíðaði hann á Sjóberinum niðri á Sandi til Jógvan Elias Thomsen, keypmann. Hann var súðubygdur og spískur í báðum endum.

Hans Andrias Djurhuus skald, sum var lærari í Sandavági 1909-16, yrkti um motorarnar í 1913:

Svartir í erva við hvítari gron mót stormi teir snýsa,

sigla úr vági, á landinum ýtini miðini vísa,

skera so lættliga streymin, sum fram seg við strondini skorar;

syftast av aldu á aldu teir fúkandi skjótu motorar.



Bátasmíð

Bátasmíð er gamalt føroyskt handverk og gomul mentan, sum vit eiga at varðveita. Orðatakið sigur: Bundin er bátleysur maður. Tað merkir, at báturin hevði  alstóran týdning fyri føroyska samfelagið, ja, hann hevur átt lívið í føroyinginum.

Nú eru fáir bátasmiðir eftir, og fáir føroyskir bátar verða smíðaðir, so vandi er fyri, at handverkið fer at hvørva. Sandavágs Bygdarsavn og Sandavágs Forminnafelag skipa tí fyri, at bátur verður smíðaður her á Steig. Her á hesi somu fløtu, sum Einar Hentze, Einar á Steig,1867-1959, bátasmiður, smíðaði bátar. Loftabáturin, sum stendur her niðanfyri, varð smíðaður her í 1918, so hann er 105 ára gamal. Hann varð brúktur til útróðrarbát, grindabát, og við honum varð eisini róð kapp á fleiri stevnum.

Terji R. Jakobsen, bátasmiður í Kollafirði, fer at smíða bátin, so at fólk skulu síggja, hvussu bátur verður smíðaður. Tað unga fólkið hevur ikki sæð bát verða smíðaðan. So at lív kann koma aftur í bátasmíðið.

Bátasmiðir

Flestu bátasmiðir høvdu hetta yrki framíhjá og smíðaðu ta tíð á árinum, tá ið minni var at gera í vanliga arbeiðslívinum. Teir róðu út og arbeiddu í landbúnaðinum o.a. Ikki var long tíð at læra til bátasmið. Hevði ein arbeitt saman við einum bátasmiði í okkurt tveir vetrar, varð hildið, at hann kundi fara at smíðað bátar sjálvur. Hevði hann smíðað 12 bátar saman við einum bátasmiði, kundi hann rokna seg sum  bátasmið.

Sverri Dahl, fornfrøðingur, skrivar í Varðanum í 1950: Bátur okkara, so snøggur og smidligur hann er, hevur tað fram um flest onnur før, at hann er eins vakur á at líta, annahvørt hann situr á floti ella stendur á lunni.

Hetta ger hann, tí at hann í roynd og veru er meira enn eitt smíð, eitt amboð, hann er eitt listaverk.

Sverri sigur: At nýta orðið list í hesum viðfangi, er ikki ov nógv avgjørt. Tí vit mega minnast til, at bátasmiðir okkara ongantíð hava havt annað til hjálpar í smíði sínum enn høvuðsmátini á einum 3 alna stokki. Bátin annars hava teir evnað við teimum gávum og tí hegni, hvør einstakur teirra átti, soleiðis sum ein og hvør listamaður skapar verk sítt. Bátasmiðir okkara hava tí allar dagar ikki bara verið smiðir, men eisini listamenn.

Bátasmiðir í Sandavági

Her í Sandavági hava verið 9 bátasmiðir: Ein á Lofti, tríggir á Dunga, ein í Eyðansstovu og fýra á Steig. Tann fyrsti, sum vit vita um, var Jens Pauli Heinesen á Lofti, 1772 – 1857. Tann seinasti var Niels Marius Petersen, 1920 – 2011. Annars standa allir bátasmiðirnir nevndir á plakatunum, sum her eru og í bókini, sum er at fáa.

Frá 1860 til 1903 vórðu 100 bátar smíðaðir í Sandavági. Frá 1900 til 1910 vóru 6 bátasmiðir samtíðis her í bygdini. Morten Gøthche: The faroese boat.

 Niels Marius, hevur gjørt yvirlit yvir teir bátarnar, sum hann smíðaði frá 1958 til 1995. Hann hevur skrivað upp stødd, øll mát, eigarmann og prís. Til samans vórðu 86 bátar smíðaðir, 4 norðuri í Bátasmiðjuni og 82 í kjallaranum hjá honum sjálvum. Annars smíðaðu pápi hansara, Petur Elias, og hann ógvuliga nógvar bátar saman í smiðjuni. So at ógvuliga nógvir bátar eru smíðaðir til samans her í bygdini, men vit vita ikki tølur á teimum.

Báturin í brúki

Báturin varð mest brúktur til útróður. Annars varð hann eisini brúktur til grindarakstur og grindadráp, nótakast, kópaveiðu, fuglaveiðu og dyrging, skjútsferðir, doktaraferðir, handilsferðir, at føra torv, at føra seyð og at føra hoyggj o.a.

Smádreingirnir høvdu til fragd at vera í báti. Á vágni stungu ella fiskaðu teir skrubbur. Lógu fyri íla undir Leitinum, úti fyri Gjónni, á Skaravtanga og aðrastaðni og fiskaðu reyðfisk. Ella teir bara róðu til stuttleika.

 

 

Á søguligum staði

Vit eru her á søguligum staði. Her á Steig búði frá 1555 til 1816. føroya løgmaður. Løgmansgarðurin er her niðan fyri okkum. Her hava 17 løgmenn verið í embætinum, 12 føroyingar og 5 útlendingar. Løgmaður hevði bæði bátar og neyst.

Her í Steigartúni hava løgmenninir gingið, og eftir gøtuni, sum nevnd varð Oman eftir garði, sum er fram við ánni og sum nú  eitur Gamlivegur, gingu løgmenninir, tá ið farið til báts úti í Hólki, tá ið teir fóru til tings í Havn. Hólkur er ein klettur niðri í fjøruni undir gamla skúla,

Útróður

Sum áður sagt, var báturin mest brúktur til útróður. Vágamenn hava, sum menn vita at siga frá, verið ágrýtnir og góðir útróðrarmenn. Nógv varð lagt til við opnum bátum, bæði stórum og smáum, og langt varð róð.

Her í Sandavági løgdu bátarnir at landi á sandinum, og teir vórðu drignir upp har. Teir stóðu í fleiri røðum á sandinum. Oman fyri sandin vóru neystini.

Sandavágur er brimpláss, tí hevur ikki altíð verið tespiligt at flota bát til útróður ella at lenda á sandinum, serliga á lágættunum. Tað bar á, at bátur hvølvdist. Flestu menn vórðu slongdir upp á land. Aðrir vórðu verandi undir bátinum. Tá komu menn av landi at bjarga teimum.

Bátahylurin úti á Bakka varð gjørdur í 1945, tá varð hildið uppat at draga bátarnar upp á sandin.

Boðað varð tíðliga til útróðrar. Spentir vóru menn, tá ið teir komu til báts. Teir væntaðu fong. Tað ræður um at skunda sær at leggja frá landi, tí at veðrið er gott, og streymurin er góður.

Halt út, halt út á hav!

Í nátt er heiðursveður,

og rákið norðanav

so spakt um mánan dregur.

Bátin út og skjótt av stað,

vit vænta fong í dag.


Á Heðinsmið og Hít

og Heinafellisgrunni

hann tættur stóð við lít,

ja, líka út at Drunni.

Seglið upp og skjótt av stað,

vit vænta fong í dag.

Stutt eftir aldarskiftið 1900 hevði onkur bátur fingið maskinu. Í 1920 árunum og í 1930 árunum høvdu fleiri bátar maskinu. Ólíka lættari var at rógva út við maskinbáti. 

Bátasmíðið syngur helst sín svanasong, sum Mikkjal tók til. Tað verður harmiligt, fer vakri og virðismikli mentanararvurin frá undanfarnum ættarliðum at hvørva. Tað má ikki henda.

Tøkk fái tit, Dagbjørn Hansen og Petur Elias Petersen, sum hava fingið hugskotið at smíða bát her á Steig. Tøkk fái tit, sum hava gjørt stórt arbeiði, so at hetta kundi bera til, og tøkk fái bátasmiðurin, sum vildi átaka sær arbeiðið. Góða eydnu.

                                              Heini F. Petersen


Hoyr eisini HER:




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder