Vinna

Røða á Seinsummardegnum í Sandavági

Fía Selma Nielsen helt í gjárkvøldið røðu á Seinsummardegnum.

2023-08-27 14:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Góðu gestir og góðu bygdafólk.

Fyrst fari eg at takka fyriskiparunum fyri hendan deiliga dagin, góðu fyriskipanina og álitið sum mær er givið, at halda hesa røðuna.

Í Sandavágssanginum, sum vit vóru so heppin at hoyra nakrar ferðir í summar, syngja vit millum annað: Sandavágur, heimbygd mín, søgubygdin fram um aðrar, minni títt um øldir varar, høgd í klett er søga tín. Torkil gamli sum hin fyrsti, navn sítt fast í hellu risti, reisti fyrsta varða tín Sandavágur heimbygd mín.

Hans Ravnsfjall gjørdi í summar kappróðrarbátinum Skúgvi ein nýggjan sang, sum eisini er avbera góður, og túsund takk fyri sangin Hans. Nýggi sangurin rørir helst somu kenslur hjá Skúgvamanningini og teimum, sum standa røsku monnunum tættast, sum Sandavágssangurin ger hjá okkum, sum búðu her fyrst í nýti árunum, tá Ørnin plagdi at vinna. Helst av umhvørvisárinum, so rørir tann gamli sandavágssangurin nakað heilt serligt í mínum nervalagi – kenslur, sum ongin annar sangur klárar at skapa í mær. Ofta tá ”undir trappuni hjá Lenu”, sum Finnbjørn hevur yrkt, verður spældur, havi eg hugsað serliga nógv um síðsta ørindi: Eg sitið her í køkini og havi hug at skríggja Tí onkur her í grannalagnum spælir hetta nýggja Eg stari gjøgnum vindeyga í maktaleysum sinni Tey sita jú enn á trappuni hjá Lenu meir og minni og eg havi altíð ímynda mær, Finnbjørn situr í køkini og yrkir um Hans Dánjal ella Magnus, men tað eru bara mínir tankar. Nú, tá nýggjur góður sangur kom at fagna okkara ítróttarfólki hugsi eg, ja, soleiðis fer tíðin við øllum. Jens Eli hevur eisini eina góða reglu í ”Nú sólin sær søkir hav” – sum ljóðar: Piltur til abba, flytist av stabba brátt næsti stóð undir lið.

Sandavágur er gomul bygd, so gomul, at man veit ikki við vissu nær hon er frá. Í Sandavágssøgu hjá Ludvík byrjar hann við tíðarfestingini. Metingin er, at rúnarsteinurin, sum er tíðarfestur at vera frá umleið 1200, ikki er fysta búseting í Sandavági, men heldur fyrsta búseting á Eingjartoftum. Vit og okkara forfedrar hava ikki dugað væl at verja um ta gomlu bygdina ella teir gomlu bygningarnar, og tí er elsta hús í Sandavági ikki so gamalt. Eg havi oftað hugsað at hetta helst er tí, at tey sum hava búleikast her, hava verið somikið væl fyri, at tey javnan hava havt møguleika at endurnýggja bygningar og búsetingar, og tí er lítið eftir at tí ordiliga gamla. – Tó so, seinnu árini eru pakkhúsini úti á Gjógv og Hjalmarsa pakkhús gjørd í stand. Harumframt eru myllan við Myllá og gróthúsini á Reynabrúgv gjørd og takk tit sum hava fingið hetta í lag.

Abbi plagdi at fortelja tá tey fóru til Sørvágs at vitja ommuna, so gingu tey eftir vørðunum út til Sørvágs – vitjanirnar kundu sjálvandi bara gerast sunnudag, tá annað arbeiði ikki skuldi gerast, tí tey skuldu eisini ganga yvir aftur. Abbi fortaldi eisini, at hann var 12 ár, tá hann fekk sínar fyrstu skógvar í 1931 – hann var so glaður, at hann spelaði niðan á Steig og omanaftur, og tá hann fór til songar, hevði hann skógvarnar við høvdalagið, tí teir luktaðu so væl. Tá man var føddur í 1919 og livdi í 90 ár, hevði man sjálvandi upplivað eina rúgvu av broytingum og menningum – abbi helt tað verða sum gandur, at man kundi senda sms boð aftur og fram til fólk sum vóru til fiskiskap.

Eg eri fødd í 85 - Í heimshøpi vóru sambært internetinum nakrar av stórhendingunum, at: -​eitt franskt hernaðarskip søkti flaggskipið hjá Greenpeace, Rainbow Warrior -​Kasparov fyri fyrstu ferð vann heimsmeistaraheitið í talvi. -​Heimsins fyrsta roykibann kom í gildi, tá ein matstova í Colorado, USA, bannaði royking innandura. -​Nelson Mandela vrakaði eitt tilboð frá Suðurafrikonsku stjórnini um at sleppa leysur úr fongsli -​Suðurafrika avtók eina lóg, ið bannaði hvítum og svørtum at gifast -​Schengen sáttmálin verður undirskrivaður -​Microsoft gav fyrstu útgávu av Windows út, hon kallaðist windows 1.0 Í Føroyum hendi hetta í 1985: -​Atli P. Dam bleiv løgmaður og Pauli Ellefsen fór frá sum løgmaður -​Leirvíkartunnilin lat upp Í kunngerð um útjaðarafiskavirki ásettu landsstýrið og fíggjarnevnd løgtingsins at Miðvágur-Sandavágur kom undir heiti nýtilig útflutningshavn.

Sandavágur var í stórari menning við fjølbroyttum vinnulívi og arbeiði til allar hendur. Í grein í sosialinum skrivar Jan Müller: ”Tveir rækjutrolarar. Seks feskfiskabátar, ein ídnaðarbátur, eitt flakavirki, trý snikkaravirki, Kovin, Vilma, Christian Riisager og eitt vakstrarhús. Hetta eru nøkur av nøvnunum vit nevna tá tosað verður um Sandavágs kommunu í dag. Kommunan hevur júst fingið nýggjan bygdarráðsformann. Hann er ungur og eitur Jóanis Nielsen” Endurgevingin endar Í Sandavági var farið undir at skipa dagrøktina soleiðis at børn blivu ansaði – tað kallaðist tað tá –

í dag menna og menta námsfrøðingar okkara børn. Øll høvdu døgurðatíma og eg minnist, at í dagrøktini hjá Magny plagdu vit at hyggja at flakabussinum, sum vendi úti á Bakka. Flakabussurin koyrdi arbeiðsfólki á Snarfrost aftur og fram. At vera í dagrøkt hjá Magny minnist eg sum sera gott – okkara ættarlið er 1. ættarlið í Sandavági av stovnsbørnum, men at vera hjá Magny var sum at vera í okkara 2. heimi – vit høvdu okkara egna spælikamar, vit fingu morgunmat, døgurða, ofta grind, og vit fingu millummála. Sum oftast sluppu vit at spæla á vegnum og at spæla við børnini, sum vóru í dagrøkt hjá Sólvá, men onkutíð sluppu vit bara at vera inni í garðinum. Okkara árgangur er higartil eisini síðsti árgangur av sandavágsbørnum, sum hava gingið í gamla skúla í 5 ár. Vit høvdu bara sandavágslærarar sum til dømis, Heina, Magnu, Elias Karl, Sigurð, Marjus Paula, Gutta, Rógva og Osmund. Tá góðveður var, vóru vit ofta úti á Dunnagjógv, í heimstaðarlæru tímunum hjá Marjus Paula skuldu vit duga nøvnini á øllum áunum og øllum fjøllunum í Sandavági uttanat, Magna lærdi okkum at lesa og um føroysk viðurskifti, Heini lærdi okkum at rokna og at hava áhuga í almennum viðurskiftum – og so lærdi hann okkum eisini so ógvuliga nógv annað. Í fríkorterunum, sum eg ofta minnist sum ógvuliga lang, spældu vit í skúlagarðinum uttan uppsýn og onkutíð snýktu vit okkum til Ester at keypa sunlolly og upptrekkjara. So tað sigur seg sjálvt, at vit blivu ávirkaði av umhvørvinum – tí vit fóru næstan ikki av bygdini fyrr enn vit blivu tannáringar.

Men kunsturin fyri vøkstri er kanska júst hetta, at vera góður við tað sum er, og at hjúkla um – vit vóru 13 børn í okkara flokki, í dag búgva 9 av okkum í Sandavági og við okkara makum og børnum eru vit 41 fólk, men eg giti at um nøkur fá ár, so verður hetta talið enn hægri.

Simona Nielsen, hjá Sverra, arbeiðir á Hagstovuni – hon hevur hjálpt mær at finna nøkur hagtøl fram. Sandavágur byrjaði av álvara at vaksa tá tunnilin kom og beint áðrenn. Um vit hyggja at Sandavági og bygdum, sum líkjast Sandavági í fólkatali, frá 2000 til nú, so er tað bara Saltangará, sum forholdsvís er vaksin skjótari. Hetta er kærkomið – vit eiga øll at gleðast tá vit gerast fleiri, tí hetta er ein fyritreyt fyri framhaldandi vøkstri og framgongd. Ein sunnumorgun herfyri var ein søga lisin í barnaútvarpinum. Søgan var um ein drong, har foreldrini vóru tilflytarar til Svøríkis, barnið hevði eina samrøðu við sjónvarpið og varð har presenteraður sum tilflytari. Hann breyt vertin av og segði, eg eri ikki tilflytari, eg eri bæði føddur og uppvaksin í Svøríki. Eg eri svenskari. Søgan í barnaútvarpinum fekk meg at hugsa um, um vit í Vágum taka okkum nóg væl av teimum sum flyta til, og hvussu skjótt vit rokna tey sum vágafólk – skulu kanska ganga fleiri ættarlið áðrenn vit góðtaka tey sum vágafólk? Duga vit nóg væl at taka ímóti? Skipa vit okkum nóg væl? Duga vit nóg væl at fáa tey at føla seg sum part av okkara felagsskapum? Er gjørligt at taka lut og royna øll okkara tilboð? Eg haldi vit kunnu gera hetta nógv betur. Ein kona, sum hevur búð í Føroyum í 5 ár segði herfyri: ”tá eg kom til Føroyar dugdi eg hvørki enskt ella føroyskt, nú dugi eg enskt”.

Vit ynskja øll at okkara børn koma í sunnar felagsskapir, vit hava nógv tilboð, men eg meti, at um vit samstarvaðu betur, so kundu vit rokkið longur, bæði innan ymisku ítróttargreinarnar, men eisini innanfyri tað uppbyggjandi sum okkara samkomur og til dømis skótar skipa fyri. Kunsturin er, at vit mugu tosa saman – tosa saman um aðalmál – ella aðalætlanir - fyri ymisku aldursbólkarnar og líknandi.

Í farnu viku bar útvarpið tíðindi við undiryvirskriftini: ” Føroysk ung uppliva endaleysar valmøguleikar og órealistiskar væntanir sum nakað, ið ávirkar teirra sálarheilsu neiliga, vísir kanning hjá Fólkaheilsustýrinum” Harafturat hoyra vit at fólkaheilsuráði sigur, at vit mugu avmarka skermnýtsluna og at vit øll hyggja alt ov nógv í skerm. Tað snýr seg um at finna eina javnvág – internetið og skermar eru komnir fyri at vera, men ber tað til at brúka hesi skilagott – at byggja komandi ættarlið upp soleiðis at tey hava møguleika at velja hvørji ítriv tey ganga til, uttan at vit noyða tey at velja frá og uttan at valmøguleikarnir vera endaleysir og væntanirnar, bæði frá teimum sjálvum og umhvørvinum eru órealistiskar.

Armgarð Arge hevði í vikuni sera góða grein á folkakirkjan.fo, millum annað skrivaði hon: ” Í trýssunum lótu vit okkum úr klæðunum, men í dag lata vit lata okkum úr heilt inn at sálini. … Tøknin og okkara vantandi aftran og fyrilit hava tað árin, at vit gerast “sjúk”, eisini øvundsjúk. Tað er eins og onkur hevur skrúvað sjuntin og okkara ferð upp, so vit nú eru í einum FOMO dansi. Æviga rastloysið fellur yvir okkum, vit kanna hetta og hatta og eru vorðin sansaleys floksdjór, og tað individuella hvørvur. Ella vit verða sjúkliggjørd og fáa eina diagnosu. .. ” Endurgevingin endar. Vit mugu ansa eftir at vit ikki mála veruleikan til nakað hann ikki er – tað sum vit hvør í sínum lagi til dømis leggja út á sosialu miðlarnar er sjálvandi glansibílæti av okkum sjálvum – tí hitt tíma vit ikki so væl at vísa fram.Kanningar vísa, at tær kenslur vit skapa hjá øðrum tá vit leggja hesi glansibíløtini út, millum aðrar eru: at tað er stuttligari og meira áhugavert har sum myndirnar eru tiknar – Also vit kunnu skapa eitt tómrúm hjá øðrum, tá vit leggja nógv út av okkum sjálvum. Øll vilja vit gera okkara besta og klára okkum væl. Men vit eydnast best tá vit hava onnur rundanum okkum, sum spæla okkum væl upp. Og eg hugsi at tað er her okkara orka eigur at vera brúkt – at vit hugsavna okkum um, hvussu vit spæla onnur væl upp.

Tey, ið vit leggja merki til á liðum, tað veri seg fótbóltur, hondbóltur ella flogbóltur, síggjast ikki í sama mun, um tann næstseinasti ikki nært við bóltin. Góðu úrslitini í ítróttini seinastu tíðina, vísa at seta vit okkum mál og góðar ætlanir at røkka málunum, so koma vit longur. Her hugsi eg til dømis um, landsliðini í hondbólti, unga rennarin í Kvívík, Sverri Nielsen, 07 vestur, KÍ liðið, Sandavágs Talvfelag og okkara ungu menn á Skúgvi. Hesi framúr úrslitini koma hvørki brádliga, av hepni ella av sær sjálvum. Tað eru orsøkir og treytir, sum gera at man kemur í hesar støðurnar so sum: –​áhaldandi, skilagóð venjing –​Nevndir, leiðarar, foreldur og onnur, sum í mong ár arbeiða hart og miðvíst –​Sjálvboðin í hópatali, sum taka tøk –​Fíggjarligur stuðul –​Venjingarumstøður Vit eiga at læra av hesum úrslitunum og ferðunum til úrslitini. Felags fyri hesi ítróttarfólkini er tilvitið um egin evnir, at íðkarkarnir og tey rundanum íðkararnar kenna týdningin av at hava hugsavna seg og at vera málrættaður. Eisini haldi eg at tey duga sera væl, at finna javnvágina millum at vera hástórur og lítillætin, fyri mær at síggja eru tey so vanlig og hóskandi.

Fyri at skapa samanhald, samstarv og felagsanda er neyðugt at vit øll geva okkara íkast soleiðis at tað ber til at hava feløg, at tað ber til at hava ein seinsummardag, Tað er neyðugt at vit lyfta í felag, tí uttan at vit øll eru við, ber heilt einfalt ikki at skipa fyri nøkrum.

Eg fari at enda røðuna við at heilsa tykkum og Sandavági við síðsta ørindi í sandavágssanginum. Men mín vón er, at øll, sum koma higar, onkusvegna leggja eitt klípi í varðan, sum ígjøgnum tíðina er laðaður á staðnum, soleiðis at vit øll skriva ta góðu søguna um hesa vøkru oynna, og at vit framum alt ansa væl eftir øllum, sum búgva her.

Sandavágur, heimbygd mín, Gamli høvuðsstaður Vága, ei eg skuldi eyndu fáa til at lyfta skjøldur tín. Men um evni í mær verða, skal eg tó eitt klípi bera, leggja undir varða tín, Sandavágur, heimbygd mín

Fari til seinast at ynskja tykkum øllum hugna og nøgdsemi.

Takk fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder