Mentan

Rivjakvøld og almennur dansur í Beitishúsunum

Leygarkvøldið 3/12 kl. 18 verður árliga rivjakvøldið í Beitinum.

2022-11-28 16:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Leygarkvøldið 3/12 kl. 18 verður árliga rivjakvøldið í Beitinum. Øll eru vælkomin at melda til. Borðreitt verður við góðum kjøti og onkrum drekkandi afturvið. Umframt hetta verður sangur, lutaseðlasøla og hugni. Kostnaðurin er 200 kr. Atgongumerki til dansin er við í prísinum.
- Tilmeldingin fer fram við at flyta pengarnar á kontonr. 9181-1249837 áðrenn 1. desember.
Tá borðhaldið er liðugut kl. 21, verður almennur dansur. Kostnaðurin er 50 kr, og møguleiki er at keypa okkurt at sløkkja tostan við fyri ein bíligan penga. Tikið verður bert ímóti reiðum peningi.
- Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder