Politikkur

RING.PLING.RIST.RIST.PLING.RING.

Snildfonin fyllir 18. Vit nerta við hana 2617 ferðir dagliga. Í miðal. Til lukku?

2025-01-09 07:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

“EVERY ONCE IN A WHILE A REVOLUTIONARY PRODUCT COMES ALONG THAT CHANGES EVERYTHING.” Í morgin eru júst presis 18 ár síðani, at Steve Jobs, sáli, segði hesi orðini. Tey fullu á framløgu, tá Apple kunngjørdi sína fyrstu iPhone hin 9. januar 2007. Ta fyrstu snildfonina. Eg róði afturá nakað av framløgu hansara henda hvíta, kalda og nakað illfýsna morgunin í januar 2024. Tað var á youtube. Tá hevði eg longu tjekkað bæði boð, notifikatiónir og post á míni egnu snildfon. Ja, faktiskt var tað eisini hendan snilda, sum vakti meg í morgun, eins og hon nærum altíð ger. Hatta gyseliga ljóðið, sum man ikki kann annað enn irriterast um og vakna av. Alt ov mangan er tað eisini hon, sum sigur góða nátt, áðrenn eg leggi eyguni saman á kvøldi. Uff! Og tá skal eg eitast fyri at vera tann vaksni.

Fara vit eini 15-25 ár aftur, so var posthús í bygdini. Og banki. Og sparikassi. Og fleiri handlar. Og man mátti leiga filmar í Statoil. Bankin lukkaði kl 16, og Statoil kl 23. Nú er meiri og minni alt í lummanum 24/7. Allan sólarringin. Tað lukkar ongantíð. Av sonnum kann sigast, at Steve Jobs hevði rætt: ALT er broytt. Ein sonn kollvelting er farin fram hesi bæði seinastu áratíggjuni. Strofan, ”Du er ikke alene. Der er én, der følger dig…” úr sanginum hjá Sebastian frá 1978, rennur fram fyri meg. Ikke alene. Nei sanniliga. Vit hava tikið snildfonina so nógv til okkara, at hon meiri ella minni er vorðin ein likamslutur. Um vit hava gloymt hana onkustaðni, ja, so kenna vit okkum bæði skerd og hálvavegna nakin. Òtrúligt, ha? Hon hevur fastatøkur á okkum, og vit fáa simpulthen ikki hildið fingrarnar frá henni. Man skuldi næstan trúð, at tað var ætlanin…


VIT NERTA TELEFONINA 2617 FERÐIR UM DAGIN. Í MIÐAL.

Ring.Pling.Rist. ”I løbet af et døgn rører vi ved vores telefon 2617 gange. I gennemsnit. Gruppen af storforbrugere berører deres skærm 5427 gange. Undersøgelsen er lavet i 2016, og siden da er vores mobilforbrug kun steget yderligere.” Hesi tøl vísir journalisturin, Jacob Sorgenfri Kjær, á í bókini ”Kig op”, sum kom út í fjør. Í bókini kannar, spyr og viðger rithøvundurin, hvat henda ovurhonds skíggjanýtslan ger við okkum sum menniskju. Hvussu ávirka teir mongu tímarnir, har vit eru límað til skíggjan, sinn okkara? Okkara evnir, okkara samveru, okkara felagsskap, okkara virðir, okkara samfelag?

Tí, allarflestu okkara nýta eftirhondini sera nógva tíð á snildfonini. Sambært kvantitativari spurnarkanning millum miðnámsskúlanæmingar í 2023, ið Christian Joensen og Terji á Lakjuni gjørdu, so var miðal skíggjatíðin hjá teimum ungu 7,8 tímar dagliga – ikki íroknað skúlating ella arbeiði. Tað vil við øðrum orðum siga, at mong ung nýta fleiri enn 40 tímar um vikuna framman fyri skíggjarnar – í størstan mun á snildfonini, har sosialu miðlarnir, stroymingartænasturnar og spøl fara við mestu tíðini. Ein rættiliga stórur partur sigur seg eisini vera bundnan av skíggjanýtslu. Ger tað nakað? Eg meini, hvat skuldi man annars fingið 40 tímar at gingið við? Ger henda ovurhonds skíggjanýtslan nakað?


OVURNÝTSLA AV SKÍGGJUM KANN SETAST Í SAMBAND VIÐ SÁLARLIGAR TRUPULLEIKAR

Í bók síni, The Anxious Generation (á donskum: Den ængstelige generation), vísir rithøvundurin og professarin, Jonathan Haidt, á hagtøl úr USA, Kanada og Onglandi, sum siga, at sálarheilsan hjá børnum og ungum er ógvuliga markant versnað seinastu 10-12-14 árini. Sambært Haidt er sera sannlíkt, at ógvusligi vøksturin hevur samband við snildfonina – og serliga sosialu miðlarnar. Hann nevnir fýra grundleggjandi skaðilig árin, ið ógvusliga skíggjatíðin vísir seg at hava: Sosialt undirskot. Svøvntrot. Uppmerksemið verður sundurpettað. Bundinskapur.

Í oktober 2024 spurdi eg landsstýriskvinnuna í heilsumálum um føroysk tøl viðvíkjandi sálarheilsu og skíggjanýtslu hjá okkara ungu og børnum. Eg spurdi m.a. um tøl frá barna- og ungdómsspsykiatriini. Svarið frá landsstýriskvinnuni vísa, at tendensirnir eru avgjørt at líkna við onnur lond, og í míni verð eru tølini alarmerandi: Frá 2010 til 2024 vóru 2143 ávísingar. Bara í 2023 vóru heilar 360 ávísingar til psykiatriina. (ikki nøkur samanbering, men kanska eitt sindur perspektiverandi: hetta sama árið vórðu 574 børn fødd í Føroyum). Landsstýriskvinnan svaraði mær m.a. eisini soleiðis: «Sambært Sjúkrahúsverkinum týðir gransking á økinum uppá, at ovurnýtsla av skíggjum kann setast í samband við ymiskar sálarligar trupulleikar. Nakrar av mest vanligu avbjóðingunum, ið knýta seg at skíggjaovurnýtslu, eru depressión, angist, ADHD-líknandi eyðkenni, ólag á svøvni, avbjóðingar við sjálvsvirðinum og kropsmynd, at vera bundin av skíggjanýtslu og sosial avbyrging.»


“WE’VE DESIGNED SOMETHING WONDERFUL FOR YOUR HAND…JUST WONDERFUL.”

Steve Jobs og hansara harkalið í Apple gjørdu sær sanniliga ómak við at sniðgeva fyrstu snildfonina, og tað er eisini Jobs, sum eigur handa setningin. Hann er úr somu framløgu fyri 18 árum síðani. Og, jú, ikki kann sigast annað, enn at telefonin bæði sær loyndarfull og lokkandi út. Undurfull er kanska ov nógv at siga – men á mangan hátt hevur hon allarhelst kenst undurfull, og eisini hevur hon gjørt gerandisdagin lættari – ella í hvussu er nógv øðrvísi.

Og at tað í hvussu er hevur verið “just wonderful” fyri pengapungin hjá Jobs og Apple, ja, tað er so eingin ivingur um tað. Menningin á talgildu pallunum hesi 18 árini hevur verið heilt ómetalig, og stóru tøkni-risarnir stýra showinum. Endamál teirra er sjálvsagt fyrst og fremst at tjena pengar, og tað má sigast at hava eydnast í ríkiligt mát. Við snildi og list hava hesir risarnir sniðgivið sínar vørur soleiðis, at tær hava skapt ein bundinskap í brúkarunum – eina tráan eftir at taka telefonina fram í tíð og ótíð og ikki at sleppa henni aftur, tí tað allatíðina er okkurt, sum rópar eftir meiri uppmerksemi. Eitt ring. Eitt pling. Ein risting. Scroll. Scroll.Ring.Pling.Rist. Og tá hon so ikki ringir, plingar ella ristir, ja, so spekulera vit, hví so man vera. Sjálvt í tøgnini teskar telefonin. Du er ikke alene. Eller, er du måske alene? Tvinnir eru kostirnir...uff.


BILL GATES AND STEVE JOBS RAISED THEIR KIDS TECH-FREE –AND IT SHOULD’VE BEEN A RED FLAG.

  1. okober 2017 var hetta ein yvirskrift á heimasíðuni hjá The Independent. Ikki eiti á. Undangongumenninir, teir stóru uppfinnararnir, tøknirisarnir sjálvir ynsktu ein rættiliga tøknileysan barn- og ungdóm fyri síni egnu. Tað sigur ikki heilt lítið. Okkurt hava teir vitað, sum vit onnur ikki hava dugað nóg væl at gjøgnumskoðað. Sum greinin sigur: "What is it these wealthy tech executives know about their own products that their consumers don't?" …. The answer, according to a growing body of evidence, is the addictive power of digital technology.” Ikki so nógv rist og pling heima hjá Jobs og teimum.

Sambært greinini er tað rættiliga vanligt, at skúlar í Silicon Valley – har nógvir av tøknirisunum búgva – eru rættiliga low-tech, sum sagt verður. Áhugavert. Ikki so nógv teskan í tøgnini. Addictive power of digital technology. Talgildur bundinskapur. Tað er tað, sum Gates, Jobs og øll tey hava vitað og útnyttað, og sum “vit hentu býttlingar á gólvinum” so smátt eru farin at fáa eyguni upp fyri. Eitt gigantiskt sosialt experiment í 18 ár, har vit í okkara bláoygni, býttisskapi og FOMO hava brúkt okkum sjálvi og allarmest okkara børn og ungu sum royndarkaninir. Ring.Pling.Rist. Oyjússus.


HVAT SKULU VIT SO GERA VIÐ SNILDFONINA Í OKKARA KÆRA FÓLKASKÚLA?

Ja, «hvad gør vi nu, lille du,» sum Kim Larsen sang á sinni. Snildfonin fyllir 18, og hon er ikki minni snild í dag, enn hon var, tá hon føddist – tað er vist. Steve Jobs hevði sanniliga rætt, tá hann segði, at “EVERY ONCE IN A WHILE A REVOLUTIONARY PRODUCT COMES ALONG THAT CHANGES EVERYTHING.” Kollveltingin hevur verið ómetalig, og tað er sjón fyri søgn, at alt so avgjørt ikki hevur verið gott, hóast snildfonin er sniðgivin sum “something wonderful for your hand.”

Eg var glaður, tá Føroya løgmaður í nýggjársrøðu síni valdi at seta fokus á snildfonina og fólkaskúlan. Eg royndi at seta fokus á júst hetta málið í heyst við einum fyrispurningi á løgtingi um sálarheilsu, snildfon, skíggjanýtslu og sosialar miðlar. Higartil hava vit í Føroyum lagt okkum eftir at upplýsa og ráða til, men tá tað kemur til fólkaskúlan so má vera slut, prut, finale við tí. Snildfonin skal út úr skúlanum. Einki ring. Einki pling. Einki rist. Eingin tanki skal spillast upp á telefonina í lummanum, í taskuni ella í kassanum. Er ein notifikatión er komin? Hevur onkur snappað. Nei. Hon skal als ikki við í skúla. Foreldrini og tey avvarðandi skulu syrgja fyri, at reglarnir verða yvirhildnir, og at teirra barn ikki hevur telefonina við. Lærarin skal ikki ganga við kassa og hála telefonirnar inn hvønn einasta morgun. Tað er óvirðiligt, tápuligt og spill av tíð og orku. Og skúlin skal ikki liggja inni við telefonum fyri hundraðtúsundavís, ja, allarhelst eisini milliónavís av krónum hvønn einasta Guds skapta dag. Tað líkist í roynd og veru ongum.

Vit skulu avmarka og útseta skíggjanýtsluna hjá okkara børnum og ungu sum longst. Sosiala experimentið skal steðga, og fólkaskúlin er tað staðið, har vit saman kunnu byrja. Vit taka ikki frælsi frá børnunum og teimum ungu á henda hátt – nei, vit geva teimum frælsi. Tey duga allarhelst ikki at síggja virðið í tí her og nú, men vit vaksnu eiga at vita betri. Tað kann hugsast at eitt tílíkt stig fær okkum øll at fáa størri virðing fyri okkara tilmáldu og avmarkaðu tíð her á fold. At lívið er ov stutt til sosialar miðlar, spæl og stroymingartænastur 40+ tímar um vikuna. At tað fría og frælsa spælið aftur vinnur hevd. At vit fáa eyguni upp fyri virðinum í veruligum sosialum sambondum aftur. At «du er ikke alene» veruliga, og at tað ikki er ein 18 ára gomul snildfon, sum skal binda teg og stýra tær.

Eg fari at enda við einum stuttum broti úr áðurnevndu bók, «Kig op»: «Den nye kritiske tilgang og hårdere regulering har ikke kun en funktion over for techgiganterne. Det er også et signal til befolkningen om, at den digitale teknologi hverken er værdineutral eller saliggørende, men faktisk kan være dybt skadelig for mennesket. Når skoler og uddannelsesinstitutioner indfører mobilforbud, så er det et offentligt signal til børn, unge og voksne om, at skærmene skal bruges med kritisk omhu – også uden for institutionernes åbningstid.»


Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður og lærari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder