Mentan

Ring sálarlig heilsa kostar Danmark 110 mia. kr. árliga

Flestu tættir, sum hava týdning fyri at skapa góða sálarliga heilsu, liggja uttanfyri heilsuverkið

2022-05-24 13:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Fríggjadagin 20. mai var ráðstevnan “Frem sálarligu heilsuna í Føroyum”, ið er fyrsta ráðstevna um ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum. Eini 100 fólk vóru savnað til ein áhugaverdan dag við eini fjølbroyttari skrá við bæði fleiri føroyskum og donskum fyrilestrahaldarum.


Á ráðstevnuni kom m.a. fram, at í Danmark kostar ring sálarlig heilsa 110 mia. kr. árliga, og at millum 25-50% av íbúgvum fáa sálarligar trupulleikar eina ella fleiri ferðir í lívinum. Hettar er ikki nakað, ið vit kunnu viðgera okkum burturúr á einstaklingastigi, og tí hevur tað stóran týdning, at vit í felag arbeiða fyri at skapa betri trivnað og sálarliga heilsu á fleiri stigum og ikki bert royna at sleppa undan sálarligum trupulleikum. Teir flestu faktorarnir, ið hava týdning fyri at skapa góða sálarliga heilsu, liggja uttanfyri heilsuverki. Tí varð dentur lagdur á, at sálarlig heilsufremjan skal hugsast inn og setast í verk tvørtur um øki og deildir – bæði innanfyri og uttanfyri heilsuverkið - og tað er akkurát soleiðis arbeitt verður í ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum – men tað er framvegis langt eftir á mál.


Tað hevur alt ov leingi verið ov stórur dentur á, hvat skapar ringa sálarliga heilsu, heldur enn at leggja dent á, hvat skapar góða sálarliga heilsu. Tí er tørvur á at fáa størri vitan um sálarliga heilsufremjan og seta fleiri sálarliga heilsufremjandi átøk í verk. Gransking vísir, at í Danmark er góð sálarlig heilsa hjá borgarum t.d. mett at hava samband við 9 mia. kr. í færri útreiðslum um árið, tá hugsað verður um færri heilsuútreiðslur og færri útreiðslur í sambandi við sjúkradagpening.


Nýggj úrslit úr kanningini “Hvussu hevur tú tað?” frá 2019 sóu eisini dagsins ljós alment fyri fyrstu ferð. Úrslitini snúðu seg um nakrar spurningar um ABC virksemi, og niðurstøðan var m.a. at tað ber til at síggja ein týðuligan samanhang í millum, at tess virknari fólk eru í ABC virksemi, tess betri siga tey seg hava tað. Ein týðuligur samanhangur sást í millum, hvussu virkin ein er í ABC virksemi og útvaldar sálarligar indikatorar sum t.d. at vera tungur í huga, lívsvirði og strongd og tað sama var galdandi í mun til heilsuatferð sum kostvanar, royking og rørslu.


Útvald úrslit úr eini nýggjari kanning um ung og sálarliga heilsu í Føroyum vóru eisini avdúkað. Hesi snúðu seg um nøkur viðmæli, ið ung hava um, hvat kann gerast fyri at betra um sálarligu heilsuna millum ung í Føroyum. Nøkur av uppskotunum snúðu seg um at gera tað liviligari í Føroyum (við at fáa fleiri tilhaldsstøð og møguleika at savnast, bíligari og fleiri bústaðir og betri lestrarumhvørvi), at skúlin ikki skal skunda undir tey ungu (minni fokus á próvtøl og akademisering og tilboð um hjálp í skúlanum, ið ein ikki sjálvur skal biðja um), at sálarligir trupulleikar skulu loysast (skjóta hjálp, tá ein hevur tørv á tí, kunning um møguleikar fyri at søkja sær hjálp og at foreldur og aðrar “rollumodellir” tosa opið um, hvussu ein hevur tað).

Frá 2017 til 2021 hava fleiri enn 255 tiltøk, ið eru knýtt at ABC fyri sálarliga heilsu og fleiri enn 100 framløgur verið í Føroyum. Í ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum eru eisini nakrar bygnaðarbroytingar í løtuni, so smá feløg, sum t.d. frítíðarfelagsskapir nú eisini kunnu gerast partur av ABC fyri sálarliga heilsu uttan stór krøv. Verkætlanin í Føroyum er áhaldandi í menning, og tí kunnu fleiri samstarvsfelagar leggjast afturat so við og við – og hesum er tað tørvur á, um vit skulu fremja sálarligu heilsuna hjá enn fleiri íbúgvum í Føroyum.


Leinkja til heimasíðuna: https://www.folkaheilsa.fo/ti%C3%B0indi/flestu-taettir-sum-hava-tydning-fyri-at-skapa-go%C3%B0a-salarliga-heilsu-liggja-uttanfyri-heilsuverki%C3%B0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder