Politikkur

Ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum í Keypmannahavn fríggjadagin

Í dag fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, til Keypmannahavnar. Á skrá er ávegis ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum.

Mynd: Løgmansskrivstovan

Mynd: Løgmansskrivstovan

2025-01-09 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta er aðru ferð at skipa verður fyri ávegis ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar mánaði. Fyrstu ferð var í fjør.

Føroyar yvirtóku um ársskiftið formansskapin í samstarvsráðnum, og vanligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða tí í Føroyum í juni.

“Tíverri gerst støðan í heiminum alsamt meiri spent og óviss. Tað er kríggj í Ukraina og Miðeystri, og stórveldini vísa ein øktan áhuga fyri Arktis og norðurleiðum. Tí hevur tað størri týdning enn nakrantíð áður, at Føroyar, Danmark og Grønland hittast regluliga á ráðharrastigi og umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna, og hvussu hetta ávirkar samstarvið millum londini.“ Aksel V. Johannesen, løgmaður

Til ríkisfundin, luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.

Síðani verður fundur í samstarvsráðnum, har føroysku umboðini luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ráðharrum. Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.

Faktaboks – luttakarar til fundin í samstarvsráðnum

Føroyar

  • Aksel V. Johannesen, løgmaður
  • Sirið Stenberg, varaløgkvinna og landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
  • Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
  • Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Danmark

  • Mette Frederiksen, forsætisráðharri
  • Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri
  • Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri
  • Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri

Grønland

  • Múte B. Egede, landsstýrisformaður
  • Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og sjálvstýrismálum
  • Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í  vinnu-, ráðevnis-, lógar- og javnstøðumálum
  • Erik Jensen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder