
Altjóða ratingstovnurin Moody´s, ið ger árligar metingar av búskaparligu støðu Føroya, skrivar í frágreiðing, at eitt veikari samband millum Føroyar og Danmark vil ávirka ratingina negativt.
Við øðrum orðum; rentustøðið hækkar, og harvið verður tað dýrari at taka eitt sethúsalán, um vit ikki hava tað fíggjarliga trygdarnetið saman við Danmark.
Sethúsaprísirnir eru hækkaðir næstan 10 prosent síðsta árið, og miðalprísurin fyri eini sethús í Havn er 3,9 mió. kr, og í størru bygdunum er miðalprísurin 2,3. mió. kr.
Ein føroysk familja við 2,5 mió.kr í láni skal gjalda 4000 krónur minni í rentu um mánaðan enn ein familja í Íslandi við sama sethúsaláni. Hetta er orsakað av, at Moody´s hevur givið Íslandi eina verri rating enn Føroyar.
Moody’s ratingin byggir á fleiri viðurskifti, men um Føroyar taka seg úr Ríkisfelagsskapinum, so verða fleiri viðurskifti eisini broytt, herundir okkara rating – og til tað verra.
Ratingin prógvar, at ríkisfelagsskapurin kemur vanliga fólkinum til góðar. 4000 krónur um mánaðan eru nógvir pengar at spara hjá einari vanligari familju.
Illa slepst undan, at broytingar skulu gerast í ríkisrættarligu støðuni við Danmark. Tað vil Sambandsflokkurin eisini, og tí hava vit eitt uppskot um “Nýtt Samband” við Danmark.
Eg fari heita á politisku flokkarnar um at hugsa seg um. Nógvir fyrimunir eru við at varðveita sambandið við Danmark. Nevnda dømið við rentuni er ein av fyrimuninum við tí fíggjarliga trygdarnetinum, sum Ríkisfelagsskapurin gevur okkum. Vit vilja hava eina nýskipan, men vit vilja ikki kvetta sambandið við Danmark.
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald