Hetta hevur eisini við sær, at fyrningarfreistirnar í slíkum málum eru stuttar, tí tær eru tengdar at revsirammuni. Í praksis merkir hetta, at álvarslig brot ímóti børnum kunnu fyrnast skjótari enn onnur brotsverk.
Samanbera vit við rúsevnamál, síggja vit, at revsingin í Føroyum í ávísum førum er harðari enn í Danmark, tí mett verður, at rúsandi evni hava serliga álvarsamar avleiðingar í einum lítlum samfelagi.
Sama sjónarmið eigur eftir mínum tykki at galda fyri brotsverk ímóti børnum. Í Føroyum eru offur ofta meira sjónlig í samfelagnum, og avleiðingarnar kunnu fylgja teimum alt lívið – bæði sosialt og persónliga.
Tískil hevur Fía Selma Nielsen, tingkvinna, sett Beinir Johannesen, løgmanni, hesar spurningar:
- Hevur landsstýrið nakrar ætlanir um herða revsingina fyri lógarbrot, sum snúgva seg um at gera seg inná børn?
- Metir løgmaður, at tað ber til at meta lógarbrot ímóti børnum í einum lítlum samfelagi sum størri brot, sum skulu revsast harðari,enn í størri samfeløgum?
- Um so er, at løgmaður ætlar at arbeiða fram ímóti at herða revsingina, hvat er so hugsanin at gera?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald