Annað

Revsingin fyri at hava hassj uppi á sær herd

Føroya Rættur hevur við dómum frá 28. februar tikið undir við ákæruvaldinum í, at sektarstøðið fyri at hava hassj uppi á sær til egna nýtslu skal vera hægri

2025-03-04 12:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vanliga revsingin fyri at hava rúsevni uppi á sær til egna nýtslu er sekt.

Metingin hjá Føroya Politi hevur verið, at sektarrevsingin hevur verið ov lin.

Sektarstøðið fyri at hava hassj uppi á sær til egna nýtslu hevur verið óbroytt í nógv ár og er ikki hækkað, tað sum er farið av hesi øldini. Sektin fyri at hava upp til 5 gram uppi á sær hevur verið 750 kr.

Føroya Politi hevur ta fatan, at eitt ov lágt sektarstøðið ongan fyribyrgjandi virknað hevur, og samstundis er tað ikki ein revsing sum kann merkjast. Harumframt er lága sektarstøðið ikki í samsvari við høgu revsingina, sum er fyri at selja hassj víðari.

Tí hevur ákæruvaldið ført fýra mál í Føroya Rætti við pástandi um, at sektarstøðið fyri at hava hassj uppiá sær til egna nýtslu generelt skal hækka. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Vanliga revsingin fyri at hava upp til 5 gram av hassji uppiá sær til egna nýtslu er nú 2.500 kr. fyrstu ferð. Aðru ferð hækkar sektin 50 % og triðju ferð 100%. Millum 5-10 gram av hassji til egna nýtslu kostar nú 3000 kr fyrstu ferð, aðru ferð hækkar sektin 50 % og triðju ferð 100%.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder