Nettorentuinntøkurnar hjá bankunum vuksu frá á sumri 2022 til árslok 2023, tí føroysku bankarnir øktu útlánsrentuna meira, enn innlánsrentuna, ið merkir, at rentumarginalurin vaks. Rentumarginalurin er síðani lækkaður eitt vet aftur, sí mynd 1.
Rentuinntøkurnar hjá føroysku bankunum av útlánum til føroyskar kundar vóru um 80 mió. kr. lægri fyrstu 3 ársfjórðingarnar í 2025 samanborið við fyrstu 3 ársfjórðingarnar í 2024. Rentuútreiðslurnar hjá føroysku bankunum fyri innlán hjá føroyskum kundum, eru í sama tíðarskeiði lækkaðar nærum 30 mió. kr.
Mynd 1. Rentumarginalurin er minkaður

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið seinnu hálvu 2025 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald